Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Hon hevði 40 ára starvsdag á Ellisheiminum og skuldi hava eina heilsu frá kommununi og blómur frá borgarstjóranum. Men hon fekk eisini eina heilsan frá drottningini, sum hevði latið henni “fortjenstmedaljen i sølv” fyri trúgva tænastu. Og so varð hon boðin í audiens hjá drottningini.

Borgarstjórin segði, at tá hon hevði spurt seg fyri um Tórgerð og hennara arbeiðslív seinastu 40 árini, fekk hon at vita, at hon altíð hevur verið eitt arbeiðsgrev!

- Og tey pástanda eisini, at tú fyri tað mesta hevur havt ikki minni enn tvey arbeiði í senn! Har tú hevur verið, hevur tú sett tíni fingramerkið á – bæði tá tað kemur til ídni, og at verða tilvitað um rættindi, bæði fyri teg sjálvan og tínar arbeiðsfelagar. Hetta er komið øllum til góða, tá tú hevur verið álitisfólk í fleiri umførum! Og tað verður tað ofta heitt á teg við spurningum enn!

- Eftir at átakið "Ítrivið" var niðurlagt, tók tú saman við starvsfelaganum Lenu initiativið til at hava bindiklubb einaferð um mánaðin saman við íbúgvunum, har avvarðandi hava møguleika at vera við.

- Umframt tað, so fellur tær eisini lætt at gera gerandisdagin skemtiligan. Og tað kemur meira enn so fyri, at tú áðrenn nakar veit av, hevur klætt seg út í t.d. ein stóran frakka, sett ein lampuskerm á høvdið og so trínur tú inn í stovuna sum ”kinesari”!

- Í dag eru tað kanska tey fáu sum vita, at Ellisheimið ikki altíð hevur havt bussin, sum heimið við tess íbúgvum hevur havt stóra gleði av! Hetta vart tú við til at taka stig til saman við starvsfelaga, um tað mundið, tá Leivur Hansen var nývaldur borgarstjóri.

- Hesi eru bara nøkur av teimum avrikum, sum okkum er sagt um. Men í stuttum kann sigast, at tín partur avgjørt ikki liggur eftir her á Ellisheiminum, segði Annika Olsen, borgarstjóri, m.a., áðrenn hon handaði bæði blómur og “fortjenstmedaljen”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo