At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett Marina Sigvaldsdóttir Bláberg í tíðaravmarkaða starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla.

Marin er 44 ára gomul, tók læraraprógv í 2003 og er í gongd við diplomútbúgving innan námsfrøðiliga leiðslu á Fróðskaparsetur Føroya. Marin hevur drúgvar undirvísingarligar royndir á øllum floksstigum.

Hon hevur starvast sum lærari  fólkaskúlanum í 14 ár, og hetta síðsta árið hevur hon verið fyrstilærari í Hvalvíkar skúla. Marin hevur harumframt verið virkin í kommunustýrisarbeiði og innan ítrótt.

Hon hevur sitið tvey valskeið í Vága kommunu frá 2009 - 2016, har hon hevur havt ymsar nevndarsessir m.a. sum formaður í mentanarnevndini.

Marin hevur verið venjari í boccia og badminton, hevur í mong ár verið virkin í kappróðri og er nevndarlimur í Róðrarsambandi Føroya.

Marin tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna skúla tann 1. august 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo