At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fleiri ferðir í seinastuni er boðað frá nógvari hálku sum er komin rættuliga knappliga, sjálvt um ongin kavi hevur ligið, og sjálvt um tað ikki virkar at vera so kalt.

Tað løgna er eisini, at tað hevur verið sera hált, sjálvt um hitin hevur verið væl yvir frostmarkinum, kanska eini 3-4 stig sambært hitamálaranum í bilinum.

Frágreiðingin er eitt fyribrigdið, sum av og á hendir hesa ársins tíð: Tað er sera lítil vindur og samstundis ongi skýggj á luftini.

- Tá ongi skýggj eru at halda hitanum, strálar hann beint út í rúmdina, og tað hendir heilt niðri við jørðina. Tá so heldur ongin vindur er, so lýggjari luft í erva blandast við kaldaru luftini í neðra, so er tað, at tað knappliga frystir og gerst hált á vegunum, sigur Andreas Nyholm sum er veðurmaður hjá TV2.

Flestu bilar ávara um hálku longu tá hitin er 2-4 stig, og tað er altso ikki uttan orsøk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo