At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var í summar, vit sigldu við Juvel 2 og boðaðu evangeliið fram við strondini til fleiri bygdir frá Nuuk í Grønlandi og norðureftir.

Tað kom einum fyri oyruni, at ikki so fá fólk, serliga ung, hildu lívið onki virði hava og bert beindu fyri sær sjálvum.

Hetta kendist sera trist at hoyra, spurgdi onkran ið kendi umstøðurnar frammanundan, um vit kundu rokna við at hitta onkran av ættini til hesi á fundum okkara.

Jú, tað hevði og var ikki óhugsandi.

Har yvuri eins og heima her hjá okkum, er ætt eftir ætt farnar í grøv.

Frá menniskjans barndómi hevur spurningurin um deyðan brent seg í sinni menniskjans.

Ì øllum sum kallast religón hevur tað sett sítt stempul.

Ja, deyðin hevur verið eins og lopfjøl til av hvørjum bæði lívið og trúgvin á tað sum kemur aftaná, er vorið avgjørt.  

Ein og hvør religión hevur roynt at geva svar; men hevur veruliga  bara sett nýggjar spurningar fram sum vóru har áður.

Í dag standa fólk líka langt frá at loysa deyðans gátu, sum tey einaferð gjørdu.  

Vit kunnu bert spyrja.

Men deyðin vil sjálvur geva svarið;  bert til tann hann sjálvur hevur møtt.

Bíblian talar um fólk sum eru vend aftur frá deyðans verð.

Men einki orð hava vit frá munni teirra, sum fortelja okkum hvat deyðin er.

Jesus kristus sjálvur stóð upp frá teim deyðu og undirvísti sínar lærusveinar í 40 dagar -við tað hann opinberaði seg fyri teimum; men heldur ikki hann læt okkum vita loysnina uppá gátu deyðans.

Deyðin endar lívið ”kunnu vit siga”.

Men er tað so?

Og hvat er so lívið og tess endi.  

Vit loysa onga gátu við at flyta til eina aðra.

Deyðin hevur í hvørtfall lært menniskju at spyrja, tey gera ongan órætt í síni undran.

Sokrates kallar deyðan tankans mest verda studium. Henda hugsan hevur ikki bert vent sær til sjálvan deyðan, men allarsterkast hevur deyðin kanska sett eitt spurnartekin við sjálvt lívið.

Tað er deyðin ið hevur lært okkum  at spyrja, hvat er lívið og tess meining?

Til hetta hevur Halgabók eitt svar, sum flest øllum føroyingum er kunnugt, neyðarkallið í (Luk.16,19-). Ríkimaður var nú vorðin evangelistur og vildi heimaftur, men nú gjørdist einki, ov seint var vorðið fyri hansara viðkomandi.                               

Jóhannes M. Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo