Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Facebook er nógv broytt síðani tað byrjaði, og tað fer at broytast nógv meira komandi árini.

Frá at vera eitt stað, har tú kundi hava samband við tey í flokkinum, hyggja at onkrum lítlum videobroti og kjakast um okkurt ávíst áhugamál við onnur, er tað við árunum blivið til eina risafyritøku, sum eisini hevur keypt nógvar aðrar fyritøkur.

Móðirfelagið, sum umframt facebook eisini eigur Instagram, Messenger, WhatsApp, bara fyri at nevna nakrar, skifti herfyri navn, og fer framyvir at eita Meta. Í navninum liggur nýggi veruleikin, har facebook fer at smelta saman við øðrum sosialum miðlum, og har ætlanin er at skapa ein talgildan, paralellan veruleika, har fólk kunnu hittast, til dømis á einum arbeiðsplássi - alt saman í 3D.

Facobook hevur boðað frá, at yvir 10.000 fólk skulu setast í starv í fleiri ymiskum londum, fyri at røkka málinum.

Til ber at lesa meira á www.meta.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo