Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað hevur verið ómetaliga nógv tosað um tunlar og fígging av tunlum seinastu árini.

Nú hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum lagt fram samferðslupakka, har innihaldið í hesum pakka millum annað er, at avgjald skal leggjast á bensin, diesel umframt onnur avgjøld, sum skulu fíggja veðhaldið til P/F Eystur- og Sandoyartunlar fyri 2022.

Í hesum sambandi kann verða áhugavert at nevna, at tað er ikki fyrr enn í 2023, at P/F Eystur- og Sandoyartunlar skulu byrja at gjalda avdráttir uppá lánið til tunlarnar sambært fíggjarmálaráðnum. So tað kundi verið áhugavert at vita, hvussu nógv veðhaldi verður til tunlarnar á fíggjarlógini fyri 2023 og fram eftir.

Annars, so koyrir framhaldandi æviga kjakið úti í almenna rúminum, hvussu undirsjóvar tunlarnir og infrakervi sum heild, skulu fíggjast framyvir?

Hertil havi eg niðanfyristandandi áskoðan:

Ber als ikki til at samanbera Vága- og Norðoyatunnilin við Eystur- og Sandoyartunnilin

Samlaði kostnaðurin fyri Vága og Norðoyatunnilin var 675 mió. kr.

Av hesum kostnaðinum fíggjaði landskassin 395 mió. kr. við partapeningi, sum settur varð í feløgini.

Sostatt rindaði landskassin, also vit øll, 59% av samlaða kostnaðinum fyri Vága- og Norðoyatunnilin.

Tískil er tað als ikki í tráð við veruleikan at siga, at hesir tunlarnir eru afturrindaðir við brúkaragjaldi.

Samlaða lántøkan fyri hesar báðar tunlarnar var einans umleið 280 mió. kr, og er sostatt bert hesin parturin rindaður aftur við brúkaragjaldi.

Um vit samanbera hetta við P/F Eystur- og Sandoyartunlar, so síggja tølini heilt øðrvísi út.

Samlaði útveganarkostnaðurin fyri hesar tunlar er 2,7 - 2,8 mia. kr sambært fíggjarmálaráðnum, og av hesum svarar lántøkan til 2,6 mia. kr. Landskassans partur er einans 200 mió. kr. í verandi løtu, men skal uppá 400 mió í 2024.

Sostatt er prísurin fyri Eystur- og Sandoyartunnilin fýra fer hægri enn Vága og Norðoyatunnilin, og parturin sum landskassin rindar av hesum, er lutfalsliga nógv lægri.

Tískil skal nærum øll íløgan í Eystur- og Sandoyartunnilin afturrindast við brúkaragjaldi.

Samhaldsfesti?
Eitt, sum er undrunarvert er, at orðið samhaldsfesti í heilum verður brúkt í samband við tunnilsgjøld.

Er tað nakað, sum ikki er samhaldsfast, so er tað tunnilsgjøldini í verandi líki. Og hetta ikki bara uppá ein máta, men uppá allar mátar.

Hvussu kann tað verða samhaldsfast, at einans brúkarar av Eystur- og Sandoyartunlinum skulu gjalda allan prísin fyri tunlarnar?

Hetta svarar til, at suðuroyingar skulu gjalda alt tað, sum tað kostar at reka Smyril árliga, ella at fugloyingar skulu gjalda alt tað, sum tað kostar at reka Rituna árliga.

Hetta er als ikki í lagi. Hetta er samferðsla, ið vit øll eiga, og eiga vit tí eisini øll at fíggja hana, soleiðis at øll hava somu møguleikar í okkara samfelag.

Eitt samt løgting hevur samtykt at byggja Eystur- og Sandoyartunnilin, tí man metti, at hetta vóru skilagóðar og neyðugar íløgur í okkara samferðslukervi. Tískil skal hetta eisini fíggjast samhaldsfast, av okkum øllum.

##med2##

Núverandi fíggingarleistur er órættvísur og als ikki samhaldsfastur. Dømi um hetta er víst niðanfyri:

Talvan vísir yvirlit yvir tveir ymiskar persónar sum búgva í Nes Kommunu og nýta Eysturoyartunnilin. Tann eini tjenar 200.000 kr. og hin 500.000 kr.

Hóast teir ikki tjena somu upphædd, so skulu báðir framvegis gjalda sama tunnilsgjald. Ásetta tunnilsgjaldið í døminum er kr. 26.000.

Av døminum framgongur, at tunnilsgjaldið hjá persóni við lægru inntøkuni er heili 20% av tøku inntøkuni hjá viðkomandi aftaná skatt.

Av døminum framgongur eisini, at tunnilsgjaldið hjá persóni við hægru inntøkuni er 9% av tøku inntøkuni hjá viðkomandi aftaná skatt.

Um man tekur samlaða skattaprosentið av inntøkuni hjá báðum persónum, tá man íroknar tunnilsgjald sum ein skatt, so framgongur, at báðir persónarnir gjalda sama skattaprosent sum er 49%, hóast tað eru heilar 300.000 kr. á muni á inntøku hjá hesum persónum áðrenn skatt og gjøld.

Sostatt eru vit nú farin frá kjarnuni í okkara skattaskipan, ið er, at tey, sum tjena mest, lutfalsliga skulu gjalda mest í skatti. Hetta viðførur, at tað eru tey lágløntu sum svíða allarmest við hesum leistinum við tunnilsgjøldum, og tað er sjálvsagt als ikki nøktandi, tí tað avmarkar teirra virkismøguleikar munandi.

Eisini er tað soleiðis, at ein, sum ikki býr í økinum, og tí ikki brúkar tunlarnar nevnivert, skal sum nú er onki tunnilsgjald gjalda yvirhøvur. Tað kann ikki vera rætt.

Avleiðingarnar av hesum eru sostatt, at tey lág og miðal lønt ið merkja sviðan mest av tunnilsgjaldinum, og at borgarar sum tilvildarliga hava fyri neyðini at brúka tunnilin nógv, hava verri møguleika at velja hvar teir kunnu arbeiða, umframt at teir hava verri møguleikar at fáa fígging til vega at keypa sær t.d. eina íbúð ella eitt hús.

Eisini viðførur hetta, at børnini hjá hesum borgarum ikki hava somu møguleikar, sum hjá foreldrum, ið ikki hava hesa eyka útreiðsluna.

Samhaldsfesti eksisterar ikki við núverandi fíggingarleisti av P/F Eystur- og Sandoyartunlinum.

Verandi fíggingarleistur av P/F Eystur- og Sandoyartunlar
Sambært svari uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-064/2020, sum Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum setti Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, í januar 2021, framgongur, at P/F Eystur- og Sandoyartunlar hevur lánt 2,6 mia. kr.

Í svarinum stendur eisini:
“Lánið, sum felagið P/F Eystur-og Sandoyartunlar tók í 2016 er við fastari rentu á 2,73% p.a. og skal vera afturgoldið frá 2023 til 2040. Afturgjaldstíðin er tilsamans 24 ár frá tí, at lánið varð tikið.”

Tað framgongur sostatt, at felagið P/F Eystur- og Sandoyartunlar upptók alt lánið á 2,6 mia. kr. longu í 2016, tá verkætlanin byrjaði.

Sostatt er tað nokk soleiðis, at felagið netto hevur goldið nógva rentu inntil víðari, og er hetta í høvuðsheitum fíggjað við partapeningi sum landskassin hevur fíggjað.

Um vit hinvegin simulera samlaða lánikostnaðin framyvir frá 2022 til 2040, sambært einum annuitets láni, grundað á tær fyritreytir sum eru givnar í hesum svarinum frá fíggjarmálaráðnum, so framgongur av hesum, at samlaðu rentuútreiðslurnar verða umleið 700-750 mió. kr. fram til 2040.

Sostatt verður samlaði kostnaðurin fyri Eystur- og Sandoyartunnilin frá nú 2022 og fram til 2040 umleið 3,4 - 3,5 milliardir kr.

Við verandi prísáseting er óvist, um ferðslan í tunlinum fer at hækka munandi framyvir, og tískil er tað ósannlíkt, at prísurin fyri at koyra ígjøgnum fer at broytast nakað týðandi í hesum langa tíðarskeiðinum.

Hetta er ikki nøktandi og heldur ikki skilagott, eftirsum ein høvuðsgrund til yvirhøvur at fremja eina slíka verkætlan átti at verið, at hækkað flytføri hjá fólki og vinnu í økinum og landinum sum heild.

Tað er ein annar betri og bíligari møguleiki
Tann 2. Juni í 2020 upptók landskassin eitt standandi lán á 1,6 milliard kr. Standandi lán merkir, at alt lánið fellur til gjaldingar tá gildistíðin gongur út. Hetta lánið varð upptikið grundað á, at fíggjarmálaráðið væntaði landskassin kom at missa stórar upphæddir av corona farsóttini.

Tað sum er sera áhugavert í hesum sambandi er, at rentan á láninum einans var 0,125%. Tó skal tað viðmerkjast, at gildistíðin, also tíðarfreistin fyri at gjalda lánið aftur, er einans 5 ár.

So kann ein spyrja seg sjálvan, hví skal P/F Eystur- og Sandoyartunlar upptaka lán á 2,6 milliard kr. til rentu á 2,73%, tá landskassin kann upptaka lán og fáa rentu á 0,125%?

Tað skal tó eisini gerast vart við í hesum sambandi, at rentan hjá landinum er grundað á 5 ára gildistíð, ímeðan rentan hjá P/F Eystur og- Sandoyartunlar er 24 ár. Og lán, sum hava longri gildistíð, hava hægri rentu.

Tað kann tó staðfestast, at rentan sum landið fær atgongd til er munandi lægri enn tann renta sum P/F Eystur- og Sandoyartunlar hevur møguleika at fáa, og tískil meti eg man eigur at umhugsa at broyta fíggingarleistin alt fyri eitt. Hetta kann møguliga spara okkum fyri hundratals milliónir krónur.

Spurningurin er, hvat rentu hevði landið fingið, um tað t.d. upptók eitt standandi lán, sum skuldi afturgjaldast innan 8-9 ár. Statsobligatiónir við 10 ára gildistíð í Danmark pr. dags dato geva rentu á 0,1%.

Um vit meta, at rentan sum Føroyar kann fáa fyri eitt 10 ára lán er 0,25%, so er hetta nokk ikki heilt av leið. Hetta er also 2,5% lægri enn núverandi renta hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlar. 2,5% av 2,6 milliard kr. svarar til 65 mió. kr.

So kann ein siga, ja, men landið kann ikki gjalda lán á 2,6 milliardir aftur innanfyri 8-9-10 ár.

Men kanska hevði hetta borið til, við einum nýggjum alternativum fíggingarleisti.

Uppskot til nýggjan fíggingarleist
Uppskot til nýggjan fíggingarleist kann verða, at landið eigur at upptaka eitt 8-9 ella 10 ára lán til nógv lægri rentu enn tað, sum P/F Eystur- og Sandoyartunlar hava møguleika til, og við hesum eigur landið at innfría alla skuldina í P/F Eystur- og Sandoyartunlar beinanvegin.

Lánið, ið landið upptekur, eigur ikki at vera hægri enn 2 milliardir kr. Hinar 600 mió. kr. sum mangla í, kann landskassin fáa til vega við eitt nú at avhenda partapeningin í BankNordik og Smyril Line.

Tær 2 milliardirnar, sum landið so skal gjalda aftur, skulu gjaldast aftur av einum samferðslu grunni, sum landið eigur at stovna beinanvegin.

Hesin grunnur skal innihalda júst somu prinsippir sum arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, ella samhaldsfasti, sum hann vanliga verður nevndur.

Samhaldsfasti er ein skipan sum er sera løtt og bílig at umsita.

Vinnan og borgarar skulu rinda 1% hvør í skatti av lønarútgjaldingum, soleiðis at samlaðu inntøkurnar hjá samferðslugrunninum verða 2% av samlaðu lønargjaldingunum.

Um hetta verður fíggingarleisturin, kunnu Eystur og Sandoyartunlarnir verða útgoldnir um 8-9 ár.

Rentu útreiðslan, sum landið skal gjalda fyri lánið, sum tað upptekur á 2 milliardir krónur, verður einans 50 mió. kr. yvir 8-9 ár.

Sostatt viðførur hesin leisturin eina rentu sparing á umleið 700 mió. kr. í mun til verandi leist, umframt at tunlarnir longu kunnu verða útgoldnir um 8- 9 ella í seinasta lagi 10 ár.

Tað skal tó gerast vart við í hesum sambandi, at tað eisini fer at kosta eitt gjald at innfría lánið í P/F Eystur- og Sandoyartunlar. Spurningurin er hvat hesin kostnaðurin verður.

Hetta uppskot viðførur eina munandi skattahækking til vinnu og borgarar á 200 mió. kr beint nú, umframt at landið skal læna 2 mia. kr.

Til hetta er at siga, at landskassin skyldar lutfalsliga sera lítið, og bæði vinnan og húsarhaldini eru søguliga væl fyri í løtuni.

Tunlarnir skulu gjaldast uppá onkran máta, og tað verður vinnan og borgarar sum koma at gjalda óansæð. Tískil kann tað akkurát tað sama verða gjørt eftir hesum leisti, sum eftir mínum tykki er bæði betri og bíligari enn verandi leistur.

Úrslit av uppskotinum
Uppskotið viðførur, at tunlarnir á hendan hátt eru fult fíggjaðir, og tunnilsgjaldið harvið kann strikast.

Øll tunnilsgjøld eiga at verða strikað, og at goldið verður umvegis hendan grunnin á ein samhaldsfastan hátt.

Hetta vil gera, at tunlarnir geva mest møguliga samfelags nyttu, sum eisini átti at verið endamálið frá byrjan.

Landstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í svari uppá skrivligan fyrispurningi sagt, at 900 bilar koyra longra teinin gjøgnum Norðskálatunnilin, og harvið ikki brúka Eysturoyartunnilin. Við hesum broytta leisti koma allir bilar at brúka tunnilin fult út, sum eisini er eitt stórt fet á grønu leiðini.

Hetta gevur eisini munandi størri møguleikar fyri allar borgarar í norðurøkinum, Sandoynni og í Føroyum sum heild.

Hetta javnstillar allar borgarar í mun til fíggingarmøguleikar, arbeiðsmarknað umframt nógv annað. Tó ikki Suðuroynna, har ein líknandi tunnils verkætlan eigur at verða gjørd beinanvegin, nú rentan er so lág sum hon er.

Mest umráðandi av øllum viðførur hetta, at tunlarnir verða fíggjaðir á ein samhaldsfastan hátt, har vit øll somul gjalda, har tey lágløntu gjalda minni og tey háløntu gjalda meir, júst sum okkara skattaskipan er skrúvað saman, og fyri at fáa samhaldsfesti í fíggingina av okkara framtíðar infrakervi, eisini og ikki minst oyggjaleiðirnar.

Viðmerkjast skal, at útrokningarnar í lesarabrævinum eru egnar útrokningar.

Eisini skal eg gera vart við, at hetta als ikki er ein kritikkur av leiðsluni í tunnils feløgunum, sum eftir mínari fatan hava gjørt eitt fantastiskt arbeiði.

Henning Erhardsson Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo