Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Keiputekning sum Óli P gjørdi um hugtakið negativar rentur í juni í fjør.

Keiputekning sum Óli P gjørdi um hugtakið negativar rentur í juni í fjør.

Keiputekning sum Óli P gjørdi um hugtakið negativar rentur í juni í fjør.

- Stóru rentuhækkingarnar seinastu tíðina eru tíðiligt tekin um, at tíðarskeiðið við negativum rentum er um at vera liðugt.

Tað sigur Jan Størup, sum er ein av leiðandi greinarunum í Nordea, við dagblaðið Børsen.

- Skjótt eru tað bara fá dømi um negativar rentur í evrulondunum, og tað er ein greið ábending um, hvønn vegin tað gongur, sigur hann.

Orðini fell eisini samstundis sum rentan á týska tvey-ára statslánsbrævinum er farin í pluss fyri fyrstuferð í 8 ár.

Tað var Jyske Bank sum í 2019 sum tann fyrsti fór undir at taka negativa rentu frá sínum viðskiftafólki, sum høvdu pengar standandi í bankanum. Síðani eru flestallir aðrir bankar í danska bankasektorinum, har teir føroysku peningastovnarnir eisini eru partur, farnir sama vegin.

Ein negativ renta uppá minus 0,7% er ikki óvanlig, og tað merkir, at tað kostar 700 kr árliga fyri hvørjar 100.000 krónur, ein hevur standandi í bankanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo