Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ílegusavnið hevur fingið játtað 612.305 kr. frá Covid-19 átakinum hjá Novo Nordisk fonden. Talan er um verkætlan, sum skal trygga karmarnar fyri goymslu av blóði, vevnaðarroyndum og dátum í sambandi við COVID-19.

 

Játtanin er til løn til bioanalytikarar og ein dátuserfrøðing. Haraftrat til keyp av einum nýggjum frystiskápi (-80 stig), tvær teldur og ein eyka lisens til Progeny skipanina.

 

Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum fegnast um stuðulin frá Novo Nordisk.

 

- Við hesi játtanini er infrastrukturur til Covid-19 gengranskingina tryggjaður, sigur hon, og leggur afturat, at stuðlaða verkætlanin skal skapa karmarnar fyri einum bráðfeingis, tvørstovnsligum samstarvi, har innsavning verður av diagnostiskum blóð- og vevnaðarroyndum og dátum um COVID-19 í Føroyum, aftaná at neyðug loyvi frá Vísindasiðsemisnevnd og Dátufetirlitinum eru fingin til vega, eins og samtykki frá luttakarunum í verkætlanina.

 

Les meira her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo