Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu dagarnar hevur oratoriska begávilsið og skyldmaðurin, borgmeistarin í Runavík, havt pallleikir í evsta valdi okkara – Løgtinginum.

Væl skorin fyri tungubandinum, tó mest spei og skemt, har tað sum vant ikki bleiv bakkað ein tumma.

Páhaldið um dirvisloysi var eini lesturin, har danska júgrið bleiv myndin av andstøðingunum hjá Tobba.

Men kanska er ikki altíð best at rópa harðast og speia mest.

Hetta var sjónligt, tá Edva úr Fugafirði í stuttari viðmerking helt, at allarhelst er tað Tjóðveldi sum sýgur mest úr donsku boppuni, tá samanumkemur.

Og kanska var Edva Jacobsen ikki heilt av leið.

Tað er alkunnugt, at tá Tjóðveldi hevur havt sæti á danatingi, hevur flokkurin púra gleiðbeintur og ósmæðin árliga tikið ímóti donskum milliónastuðli.

Árlig upphædd, sum hevði nærkast prístalsreguleringini av blokkinum uppá 7 – 8 mio kr, var undirtøka í Løgtinginum fyri reguleringini - ískoytisboppuni.

Harumframt hevur flokkurin fasta umsókn um danskan pening fyri hvønn tjóðveldisveljara til fólkatingsvalini.

So tað lekur alvorliga lekur millum teori og praksis hjá republiska láturverja Tjóðveldis.

Set-up
Annað, sum borgmeistarin visti at siga á tingi var, at landsstýrsimaðurin í fíggjarmálum púrasta hevði latið seg brúka til valstríðið hjá borgmeistaranum til kommunuvalið 10. november.

Teir báðir - Tobbi og Jørgen avtalaðu almenna vitjan í Runavík beint upp undir valið, fyri opnum myndatólum, at undirskriva avtaluna um Fjøruvegin, har landsstýrismaðurin forerdi borgmeistaranum 55 mio kr.

At borgmeistarin var so opinskáraður fyri opnari mikrofon undraði ikki sørt, ikki minst tá hugsað verður um, at floksfelagin hjá fíggjarmálaráðharranum, Annika Olsen, tá borgmeistari í Havn, undan kommunuvalinum í longri tíð hevði bíðað eftir avtalu og sáttmála við landsstýrismannin um innkomuvegin til Havnar.

Men tað lat seg ikki gera. Ístaðin var set-up um Fjørðuvegin á skrá.

Eisini visti visti borgmeistarin við eygnaglampan at siga, at sum tøkk var landsstýrismaðurin boðin at halda flaggdagsrøðuna í Runavík.

Tað man so vera dýrasta røða nakrantíð. 55 mio kr úr landskassanum.

Tað eru summi sum duga betri enn onnur, má sigast. Ikki minst borgmeistarin av Langanesi…..

Bjarni Djurholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo