Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Beint fyri jól fekk KJ uppgávuna at sýna stóra nótaleggjaran umborð á Gøtunesi. Talan var um fimm-ára sýn, og komið var fram til at neyðugt var við ymiskum ábøtum, m.a. at skifta svingkranslegurnar

- Tað gagnar okkara samfelagi, at landið og nú nakrar kommunur lækka lønarskattin, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

Fýrverk er vandamikið burturkast og skal latast inn beinleiðis til Endurnýtsluna, har tað verður burturbeint fyri seg á skynsaman hátt

Prísirnir eru hækkaðir 2,8 prosent frá november í 2022 til november í 2023. Prísvøksturin heldur sostatt fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt

GroAqua á Kambsdali, sum framleiðir tøkniliga útgerð til alivinnuna kring heimin, hevur keypt felagið Havida

Reyði Krossur sóknast eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2023

Á danska Center for Sund Aldring er kannað, um mann kann ávirka biologisku aldringina við til dømis at leypa morgunmatin um

Jú, á útoyggj er vakurt og tað ger tað ikki verri, tá ið veðrið er gott

Avísin Wall Street Journal skrivar at toppfólk í feløgunum hjá Elon Musk, Tesla og SpaceX, eru ørkymlað av narkotikabrúkinum hjá milliardinginum

Talspersónurin fyri ísraelska herin, Daniel Hagari, sigur í kvøld at tað hevur eydnast at «demontera» herleiðsludeplarnar hjá Hamas har norðuri í Gazageiranum

Loftferðslumyndugleikin í USA (FAA) hevur sett tilsamans 171 flogfør av slagnum Boeing 737 MAX 9

- Hetta er ein søguligur møguleiki at fáa terrorstatin at gjalda fyri sín terror, skrivar forsetin á X

Eitt Boeing 737 Max-flogfar hjá Alaska Airlines mátti trygdarlenda í deilstatinum Oregon eftir at partur av flogfarinum blásti út úr síðuni, meðan flogfarið var í luftini

Tveir statir hava avgjørt, at tað kann hann ikki. Men tað er kært og tí skal hægstirættur nú siga sína hugsan

Teir sum royna eftir havtasku hava tó smáligan fiskiskap

Veðurviðurskiftini eru broytt síðan útstykkingina uppi á Fossum, siga íbúgvar við Norðlýsið

Uppgerðin fyri 3. ársfjórðing 2023 er fyrsta uppgerð í dagførdum líki og vísir m.a., at mongdin av seldum mati, klæðum og fríðkanarvørum lækkaði 3. ársfjórðing 2023 samanborið við árið fyri

– Ákærurnar benda á at tað hevur verið praksis við mannahandli av ungum gentum í London, har Andrew prinsur hevur verið við, sigur Graham Smith við norsku Nettavisen

- Frammanundan er Wenzel umboð fyri Volvo, Ford, Mazda, Kia, MG, Isuzu og Polestar

- Vit mugu gerast betri til at skilja burturkast. Bæði fyri umhvørvið og fyri okkara egnu trygd

- Virksemi hjá Bústaðir er ikki burðardygt og er beinleiðis óforsvarligt, sigur MARK í sínum hoyringssvari til uppskotið hjá landsstýrinum um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn

Teir 11 dagarnar, sum Sandoyartunnilin var opin í desember, brúktu 24.202 bilar tunnilin, skrivar KVF

Krista og Poul Martin Joensen eiga fyrsta nýføðingin, sum er føddur í ár (Mynd: KVF)

Video, sum hernaðarliga fregnartænastan í Ukraina, HUR, hevur deilt á Telegram, vísir eitt brennandi russiskt Su-34-stríðsflogfar, skrivar HUR í uppslagnum

IS tekur á seg ábyrgdina av teimum báðum spreingingunum í Kerman í Iran mikudagin sum tóku lívið av um 100 persónum

TAKS hevur lagt talvu út sum vísir kommunuskatt, kirkjuskatt og barnafrádrátt í 2024

Matvørumyndugleikin DAH hevur dagført listan yvir føroysk virkir, ið kunnu útflyta til Vietnam. Nú eru tilsamans 22 virkir og skip á listanum

- Tað kom sera óvart, at fáa deyðsboðini av Inga Ellingsgaard!

- Fyri at geva lundanum frið í bútíðini, verður ikki latið upp fyri ferðafólkum at ganga út í Hólm komandi summar

Ætlanin hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, at skerja fiskidagarnar 20 prosent, bjargar ikki minkandi toskastovninum undir Føroyum. Tað sigur Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, við KVF

Ferðafólkatalið á flogvøllinum í Sørvági setti met í fjør. Ferðafólkini vóru 431.079 í 2023, 1,6 prosent fleiri enn í 2019, skrivar KVF

Millum almennu dokumentini eru fleiri vitnisfrágreiðingar hjá Epstein-offrunum, teirra millum frá eini kvinnu kend sum Johanna Sjoberg, ið deilir kunning um bæði Bill Clinton og Andrew prins

- Hestfjørður mundi ala fram í tær hin fyrsta hugin til árina og kveikja í barmi lyst til bát og brøgd

Ein langur listi við nøvnum á vinunum hjá milliardinginum og ágangsdømda Jeffrey Epstein er nú almennur

Ein langur navnalisti yvir persónar sum høvdu samband við deyða ágangsdømda milliardingin Jeffrey Epstein verður nokk almannakunngjørdur í kvøld

- Ikki kann sigast annað enn, at desember, jól og nýggjár hava tikið hart, nú fleiri av okkara kæru eru farin um sýn

Hassan Sharif imamur var skotin uttanfyri eina mosku í amerikanska deilstatinum New Jersey tidlig í morgun, lokala tíð

- Um skipaferðslan kann breiða út PD-smittuna, mugu vit fyrst og fremst vita, hvørjir bátar hava verið í økinum, sigur Hanus Samró við iLaks

Á fíggjarlógini fyri 2023 stóð sølan at geva 79 milliónir í inntøku. Tann inntøkan kemur ikki, og hallið verður tí samsvarandi størri, tá landsroknskapurin fyri 2023 skal gerast upp, skrivar KVF

Í herfangaumbýti millum Ukraina og Russland er eitt størri tal av krígsfangum leyslatnir, vátta bæði russiskir og ukrainskir myndugleikar

Kovid-19-smittubylgjan sær út til at vera um tað hægsta. Tað skrivar danska Statens Serum Institut (SSI) í síni nýggjastu uppdatering

Gerandisvøruketan Coop fer at selja vøru, sum er farin yvir «best fyri»-dato við 70 prosent í avsláttri í eini roynd at minka um matoyðslið

Í Kvikkjokk og Årrenjarka í Norður-Svøríki var kalt síðstu nátt, tá ið mátarin vísti minus 43,6 stig, tað kaldasta í 25 ár

Næstan 12 prosent færri nýggj akfør blivu skásett í fjør enn í 2022. Sambært Akstovuni blivu 2015 nýggj akfør skrásett í fjør, 266 færri enn í 2022, skrivar KVF

Ukrainskar serdeildir oyðiløgdu russiska Yastreb-AV-systemið, sum sigst verða mest nútímans radarsystem hjá Russlandi

Enski miðilin The Sun er ikki mildur í grein í dag um komandi danska kongin, sum miðilin kallar "party-prince"

Annað kommunulæknastarvið í Sandoynni verður niðurlagt, nú Sandoyartunnilin er komin. Hesi boðini hava fólk í Sandoynni fingið í brævi frá Heilsutrygd, skrivar KVF

-Røddin er tagnað, seinasti fjørðurin rógvin og árarnar lagdar inn. Tung vóru boðini, nú mín lívsgóði vinur, Hannis í Hesti, fór um sýn nýggjársaftan

Fleiri eru deyð í ísraelskum álopi á Libanon í kvøld. Millum teirra ein av ovasta leiðarunum í Hamas, sigur felagsskapurin

Í januar 2015 vóru 746 størv í Almannaverkinum. Góð níggju ár seinni, í november 2023, vóru størvini 1.147 í tali, ella 400 fleiri enn í 2015