Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seks gíslar afturat eru latnir Reyða Krossi frá Hamas, sambært ísraelska herinum

Sambært amerikanskari brúkarakanning hava elbilar heili 79 prosent fleiri feilir enn bilar við brennimptori

Kappingarráðið hevur góðkent samstarvsavtaluna millum P/F FT Samskifti, dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, og P/F Nema um, at P/F Nema kemur á farnetið (RAN-netið) hjá P/F FT Samskifti

Væleydnað jólaborðhald var í Dansifrøði í dag fyri fólk, ið búgva á ellisheimum í Tórshavnar kommunu. Vælkendi jólasangurin Eg eri jólamaðurin rungaði undir jólaborðhaldinum

- Victoria, vár bygdarmynd, nú ert tú farin heim, tú talaði til oss við fynd, til hirt tú hevði eim

Longu tá klimatoppfundurin í Dubai byrjaði, bórust tíðindini um eina loysn á teimum torførastu evnunum

Reyði Krossur Føroya hevur nú, við stuðli frá Føroya Landsstýri, latið 500.000 kr. til at styrkja arbeiðið at betra um sálarheilsuna hjá neyðstøddum í Myanmar

Hægstirættur í Russlandi avgjørdi í dag at altjóða LGBT-rørslan skal lýsast sum «ekstremistisk»

Komandi ár hevur Klaksvíkar býráð sett í alt 2,5 mió. kr. av til ferðslutrygd og betri parkeringsviðurskifti í miðbýnum, ávikavist 1,5 mió. til ferðslutrygd og 1,0 mió. til betri parkering í miðbýnum

Gadus er farin aftur á fiskileið í Barentshavinum. Hann fór úr Bátsfjørðinum seint í gjárkvøldið, skrivar KVF

Frá 31. mai 2025 verður túsundkrónuseðilin ógildigur

Skandinaviska flogfelagið SAS hevði 5,7 mia svenskar krónur í halli síðsta roknskaparár. Tað er hóast alt nakað minni enn árið fyri, sum gav nærum 8 mia sek í halli

Fyrrverandi uttanríkismálaráðharrin í USA, Henry Kissinger, er deyður, 100 ára gamal

- Á fundi í kvøld (28.11.23), í nýggja býráðssalinum í Gamla skúlanum á Glyvrum, samtykti býráðið endaliga - við aðru viðgerð - fíggjarætlanina fyri árið 2024

- Hevði hann ringt, so kundi eg havt sagt viðkomandi, at tað var ikki ráðiligt at fara, tí tað var gellifrost, allarhelst hevði eg noktað honum at farið, skrivar Gutti Guttesen á Facebook

- Eg ringdi til Løgregluna beinanvegin. Løgreglan kom og hetta bleiv sløkt aftaná eitt kjak. Men fløggini eru har enn, men ikki á løgtingshúsinum, skrivar ein á Facebook

Í dag hevur Posta við Jólamerkjagrunninum latið 200.000 kr. til vælgerandi endamál. Stuðulin er býttur millum átta ymiskar verkætlanir til frama fyri børn og ung

Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar

Ein leinging av vápnahvíldini í Gazageiranum er treytað av at kvinnur og børn leysgevast, siga ísraelskir myndugleikar í dag

Parkeringsøkið á Skálatrøð við tíðaravmarkingini 2 tímar (9-18) yrkadagar er nú víðkað við 10 básum úr 24 til 34 básar

Eftir at tilburðirnir við mykoplasma-infeksjónum, eitt slag av lungnabruna, eru øktir nógv síðani í summar, boðar danska Statens Serum Institut frá at talið er á epidemiskum støði

Við røttu tryggingini kunnu føroyingar sleppa til privat sjúkrahús í Danmark til viðgerðir, nú bíðitíðirnar í føroyska sjúkrahúsverkinum eru nógv øktar

– Tað var gjørt nógv burturúr. Vit vóru fleiri, ið fingu heiður handaðan. Millum okkum var eisini tyrluskiparin hjá sjóverjuni, sum bjargaði tí eina manninum

Bretski rithøvundurin, Tim Ecott, hevur í dag grein um Føroyar sum ferðamál í kendu avísini The Guardian

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vørugjaldið fyri innflutning av ammoniumnitrat

Sjónvarpsjólakalendarin í Kringvarpi Føroya eitur Luka og leikhúsið. Ein sera góður og viðkomandi jólakalendari, har alt møguligt spennandi hendir. 35 leikarar hava lagt føroyskar røddir á jólakalendaran

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, hevur gjørt av at seta Hanus Toftheyggj sum stjóra fyri Sjúkrahúsverkinum og sum sjúkrahússtjóra fyri Suðuroyar Sjúkrahús

- Hvussu tryggja vit, at allir viðkomandi partar verða hoyrdir, tá vit arbeiða við náttúruloysnum í Norðurlondum?

Á skránni var millum annað Luciagongd og køkukapping. Foreldraráðið var dómari og valdi vakrastu køkuna og stuttligastu køkuna

Í gjár vóru bæði laksur og starvsfólk frá Bakkafrost við á fyrsta 100% grøna flogtúri tvørtur um Atlantshavið. Hetta er ein royndarverkætlan hjá Virgin Atlantic, og endamálið var at brúka 100% burðardygt brennievni

Í 2022 tjenti Noreg umleið 334 milliardir norskar krónur uppá kríggið í Ukraina, sambært eini nýggjari masteruppgávu

Ein maður bað um hjálp úti í Klivum í Sørvági og bjargaði manning frá Sørvágs Sløkkiliði manninum. Bjargingartyrlan hjálpti eisini til

Bæði skiparin á Teistanum og stjórin á SSL eru á einum máli um, at royndartúrarnir við Teistanum millum Havnina og Nólsoy herfyri og millum Syðradal og Klaksvík í dag eydnaðust væl

Í sambandi við viðlíkahaldsarbeiði á reinsiverkinum í Nólsoy, skrúva vit fyri vatninum í Nólsoy mikudagin 29. november 2023 frá klokkan 10 til 12

Heimamissiónin hevur í dag skrivað undir keypsavtalu við P/f Fiskaaling um, at Heimamissiónin yvirtekur alistøðina hjá Fiskaaling, sum stendur niðri við sjóvarmálan norðanfyri Leguhúsið í Nesvík

Í sambandi við umvæling av vatnleiðing skrúva vit fyri vatninum í Djóna í Geil gøtu, við síðugøtum, oman til Bókbindaragøtu, mikudagin 29. november 2023 frá klokkan 10 til 12

Finnland hevur stongt alt markið móti Russlandi fyri flóttarfólkum og asylsøkjarum sum ætla sær inn í landið

Marianna Budanova, sum er gift við fregnartænastusjefinum í Ukraina, Kyrylo Budanov, er eitrað og innløgd á sjúkrahús

Higartil hava 1024 skrivað undir og mótmælt avtøkuni av sjómannafrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum

Fleiri tons av neyðhjálp eru komin inn í norðara parti av Gazageiranum, upplýsur neyðhjálparskrivstovan hjá ST (OCHA) í dag

Serliga dreingir eru í vanda, sigur granskari

Skattaprosentið er óbroytt 20,5 pct, meðan barnafrádrátturin hækkar úr kr. 5.500 upp í kr. 6.000,-.

Dóttir 84 ára gomlu Elmu Avraham, sum var leyslatin í fyrradagin, er ill inn á Altjóða Reyða Kross, sum ikki vildi geva mammuni lívsneyðugan heilivág, meðan hon var gísli hjá Hamas-terroristunum

Ísraelska verjan (IDF) sigur í kvøld at 11 ísraelskir gíslar eru leyslatnir av Hamas og latnir Reyða Krossi

Seinnapartin í gjár varð jólatræið í Hesti tendrað. Her eru fleiri myndir

Sambært dokumentum sum BBC hevur fingið hendur á, ætlar UAE at brúka COP28-klimaráðstevnuna til at gera oljuavtalur við 15 lond

Vápnahvíldin í Gaza hevur nú vart í fýra dagar og í dag var seinasti dagur

Klossarnir og Reyðar Tomatir vunnu føroysku FIRST LEGO League og kláraðu seg væl í donsku finaluni í Odense

Krafta ætlar at gera avtalu við Sjóvar kommunu um økið á Hulki at byggja oljugoymslu

Ljós og lív er nú aftur á gamla Kondittarínum í Havn. Tað eru Durita Thomsen og Rebekka á Fjallinum, sum havið latið upp handil við føroyskari framleiðslu