Útreiðslur hækka altíð, til tær koma ájavnt við inntøkurnar
- Cecil N. Parkinson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Partafelagið Christian í Grótinum hevur í dag keypt bygningin - á myndini - hjá NEMA í Klaksvík

Í løtuni eru 39 persónar smittaðir við koronu, og 238 fólk eru í sóttarhaldi

Felagsskapurin Veðurlagslóg Nú! hevur boðið sær til at keypa Magn fyri eina krónu, tí felagið er ikki meira vert enn tað, sigur Veðurlagslóg Nú! sambært KVF

Nú hava 23.867 fólk fingið fyrru koppsetingina, tað svarar til 44,8% av fólkatalinum. 14.375 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, tað svarar til 27% av fólkatalinum, og eru liðugt koppsett

Miðilin ProPublica sigur seg hava sæð sjálvuppgávuna hjá nøkrum av ríkastu persónunum í heiminum, teirra millum Jeff Bezos, Elon Musk og Warren Buffett

Ákærarnir hava fingið ”sera áhugaverd tips” í málinum um horvnu bretsku gentuna, har ein 43 ára gamal týskari er høvuðsmistonktur í málinum

Í morgin 10. juni verður Martin la Cour-Andersen, undirflotaharri, settur sum nýggjur ovasti í Arktisk Kommando

Runavíkar kommuna og felagið Verkon Fa., hjá Lars í Dalinum, Lamba, skrivaðu í farnu viku undir sáttmála um at útstykkja 4 vinnustykkir á Rituvíkshálsi

Í løtuni eru 40 persónar smittaðir við koronu, og 255 fólk eru í sóttarhaldi

Í gjár vórðu 903 fólk koppsett. 631 fólk fingu fyrra prikið og 272 fólk fingu seinna prikið. Tilsamans 37.345 kopppsetingar eru gjørdar í Føroyum

Í gjár gav borgarstjórin boð um at sperra Skinnarasker av fyri fólki. Orsøkin er at ternurnar eru farnar at reiðrast á Skinnaraskeri, og so leingi tær gera tað, verður forboð at ganga út á skerið

Fyri góðari viku síðan kom fóðurflakin Árnaberg til landið. Talan er um ein fóðurflaka, sum skal liggja ankraður á Sandsvág og brúkast til alingina hjá MOWI á staðnum

ES-parlamentið hevur góðkent brúk av vaksinupassi, skrivar Dagens Nyheter

Eftir at tað er komið fram, at portrið í Saksun helst er ólógligt, vil Hagafelagið hava landsstýrismannin at fáa tað burtur. Men Helgi Abrahamsen er ikki til reiðar enn

Yvir 227 persónar eru handtiknir í eini heimsumfatandi aksjón móti ólógligum nethandli við heilivági, skrivar Interpol á síni heimasíðu

Stór sannlíkindi eru fyri, at vit sleppa at halda Fjarðastevnu, rógva kapp, spæla fótbólt, fara í kirkju og veitslu um vikuskiftið, sigur Pál Weihe við D&V

Eini 4.500 børn undir tólv ár í USA, Finnlandi, Póllandi og Spania skulu í kanningini fáa eina minni nøgd av vaksinuni, skrivar Reuters

Fyrrverandi bosnisk-serbiski generalurin Ratko Mladic var í dag av altjóða dómstólinum fyri krígsbrotsverk dømdur lívlangt fongsul

Tá ið løgreglan stongdi aðrar krypteraðar tænastur brúktar av kriminellum fóru teir til eina nýggja tænastu – ANoM

Tað er nú greitt, at hennara hátign Drotningin vitjar Føroyar í døgunum 14. juli til 19.juli. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, verður vertur fyri vitjanini

Í vórðu 905 fólk koppsett. 630 fólk fingu fyrra prikið og 275 fólk fingu seinna prikið

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum á Havstovuni er at greina aldursbýtið í fiskastovnum. Hetta verður gjørt við at kanna nytrur av veiddum fiski

Soleiðis byrjar ein dulnevndur teldupostur, sum er sendur VP, og hevur VP so kannað eftir um nakað hald er í útsøgnini, sum tað tíverri er

Fleiri miðlar um allan heimin hava trupulleikar í løtuni, sambært Reuters

Síðstu tjúgu árini eru hendar stórar broytingar í deyðleikanum hjá kvinnum og monnum. Nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum

– og vunnið nýggja verkætlan til Skotlands

Negativar rentur og methøgir sethúsaprísir kunnu hava sínar røtur í 40 ára gamla fastkurspolitikkinum hjá krónuni mótvegis evruni

Mánakvøldið avgreiddu 6 næmingar endaligu royndir sínar, í samband við grundútbúgvingina í vinnukaving

Kanningar fyri koronavirus í spillvatninum gerast eitt týðandi amboð, so kanningarstøðini í Danmark lata skjótt aftur, sigur danski heilsumálaráðharrin

Í tilsamans 132 førum hevur Sjóvinnustýrið kravt dupult gjald fyri ársgjaldið 2021

Fyri fyrstu ferð í nærum 20 ár er nýggjur heilivágur móti Alzheimers góðkendur til nýtslu í USA

Nú er talan um tveir persónar sum eru smittaðir eftir at teir høvdu fingið bæði prikini og minst 8 dagar eftir at teir fingu seinna prikið, sigur landslæknin

Av Trom-upptøkum verður ein partur av Landavegnum, frá Geitagerði út til Marknagilsvegin, stongdur fyri allari ferðslu, undantikið íbúgvar í økinum, týsdagin 8. juni frá kl. 11.30 til kl. 13

Hósdagin í síðstu viku varð ein maður handtikin við umleið hálvari millión krónum í reiðum peningi uppi á sær, skrivar KVF

Í mai í ár var nakað av kúlulaksi fingið á árligu sildakanningunum. Hetta er fyrstu ferð, at føroyska rannsóknarskipið hevur fingið kúlulaks

Jógvan Philbrow sigur við Útvarpið, at tey ikki hava tikið støðu til um verkfallið verður víðkað, men at tey umrøða støðuna

1180. Tað er talið av liðugt vaksineraðum danskarum, sum eru smittaðir við koronavirusinum

Heimsins ríkasti persónur, Amazon-stovnarin Jeff Bezos, skal við Blue Origin-rakettini á fyrstu mannaðu ferðini út í rúmdina

Shopping-appin hjá kinesisku fyritøkuni Shein hevur brádliga yvirhálað Amazon sum tann mest downloadaða shopping-app í USA

Jónfinn Stenberg og Jens Jákup Hansen eru farnir undir at gera dokumentar um lagnudystin í 1988, tá ið SÍ, við javnleiki, megnaði at forða MB at flyta upp í bestu mansdeildina í fótbólti

Í løtuni eru 44 persónar smittaðir við koronu, og 210 fólk eru í sóttarhaldi

Tørvurin á starvsfólki til vinnuna og almennar stovnar er ovurhonds stórur. Tølini á arbeiðsleysum og starvslýsingum tala fyri seg

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Heini Zachariassen gevst sum stjóri í Vivino

Búskapurin hjá heimsins ríkastu londum verður raktur tríggjar ferðir so meint av klimakreppuni sum undir alheimsfarsóttini

Sethúsaprísirnir eru øktir meira enn inntøkurnar í 2020. Høgu sethúsaprísirnir koma fyrst og fremst av, at eftirspurningurin eftir bústøðum er størri enn útboðið

Eftirlønaruppsparingin hjá føroyingum er eitt vet undir miðalið fyri OECD londini og Føroyar liggja sostatt ikki millum tey londini, ið hava hægstu eftirlønaruppsparingarnar

David Dushman, hin seinasti av hermonnunum, sum fríaðu fangarnar í Auschwitz 27. januar í 1945, er deyður í München, 98 ára gamal

Ævintýrarin ferðast á heimshøvunum og ger videofilmar sum hann sendir á Youtube

475 fólk fingu fyrra prikið og 510 fólk fingu seinna prikið

Tann tá 28 ára gamli maðurin hevur sitið 10 ár í fongsli. Og nú hevur hann á fyrsta sinni tosað við fjølmiðlar