Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Harald kongur í Noreg er innlagdur á sjúkrahús í Malaisia. Tað skrivar norska kongshúsið í stuttum tíðindaskrivi

Av ymiskum orsøkum, millum annað landsstýrisfundi og fundi í fíggjarnevndini, hevur Búskaparráðið avgjørt at flyta framløguna av várfrágreiðingini frá klokkan 10 til klokkan 13:00 hósdagin, sigur Landsbankin

Stuldurin av síðuspeglum á bilum í Danmark er munandi øktur - glasið kann seljast víðari fyri millum 2000 og 4000 krónur. Løgreglan heldur at gerningspersónarnir eru útlendingar

Sløkkilið, Løgregla, Sjúkraflutningstænasta og Landsverk eru í dag og í morgin á skeiði í tvørfakligari skaðastaðsleiðslu. Skeiðið er á Sløkkiliðsstøðini í Havn

Heima hjá Vivi Árnadóttir í Sandavági var serliga nógv stákan undan steypafinalunum í flogbólti. Hon átti nevniliga børn í trimum av fýra finaluliðum hjá teimum vaksnu

Í vikuskiftinum 2. til 4. mai vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið

Hóskvøldið trína seks nýggj andlit á skíggjan í sendingini Fólksins Rødd, sum lýsir gerandisdagin og tankarnar hjá vanliga føroyinginum

Skeivleikar hjá grannskoðaravirkjum í 2022 eru ikki bara tað árið, men afturvendandi ár um ár. Tað sigur Grannskoðaraeftirlitið í ársfrágreiðingini fyri 2022 og 2023, skrivar KVF

Sáttmáli er undirskrivaður millum Varðan og skipasmiðjuna MEST um at byggja nýggjan frystitrolara. Skipið skal latast reiðarínum á sumri í 2026

Tað skal samanberast við 164 mió kr í 2022 og bankin er sum heild væl nøgdur við virksemið hjá samtakinum. Nevndin fer at mæla til at 80 mió kr verða útgoldnar í vinningsbýti

Forsetin í Fraklandi Emmanuel Macron sigur seg umhugsa at senda hermenn til Ukraina. Sigur russiskur ósigur er neyðugur fyri trygdina í Europa

Mercedes-Benz hevur útsett málið um einans at selja el- og hybridbilar í 2030

Tá nýggja lógin um sjófeingi kom, var eitt aðalmál at fáa útlendingar úr føroysku fiskivinnunui - nú hevur eitt útlendskt felag 1200 tons av svartkjafti, skrivar KVF

Beint nú eru allar greinarnar hjá Frihedsbrevet.fo ókeypis, og soleiðis verður tað í eina viku, sigur Frihedsbrevet í fráboðan

- Í sambandi við at vegur verður gjørdur til munnan á Húsareynstunnlinum, er neyðugt at grava ríðibreytina av. Arbeiðið byrjar 27. februar 2024

- Í sambandi við umvælingararbeiði á Býarbókasavninum, verður Tórsgøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn hósdagin 29. februar frá klokkan 8.30 til 11

Endurgjaldskravið hjá Reiðarafelagnum er slakar 18 mió.kr., men tað er bara fyri 2016. Kravið fyri 2017 verður ikki kunngjørt enn. Endurgjaldskrøvini eru parkerað fyri fyrst, sigur Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, við KVF

Nýggj kanning frá Reiðarafelagnum fyri Handilskip (RFH) vísir, at skal føroyski handilsflotin vaksa og mennast er neyðugt við útlendskum sjófólki

Starvsfólkakanningin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir, at yvir 70 prosent av fyritøkunum í Føroyum hava útlendsk starvsfólk í starvi. Í størstan mun er talan um ófaklærd starvsfólk

Nýggir partar av málmennandi barnasendingini um Vinus og Vimús vera í næstum á skránni í sjónvarpinum og sjálvandi eisini í VIT-appini og á KvF-heimasíðuni

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um góðkenningina frá Umhvørvismálaráðnum av eini broyting av byggisamtykt fyri havnarøki “D” í Tvøroyrar kommunu

Búskaparráðið leggur fram várfrágreiðingina fyri 2024 hósmorgunin 29. februar í Varpinum í Klaksvík

 

SÍ vann Bónuskappingina fyri kvinnuungligar ímóti Mjølnir. Talan bleiv ongantíð um ein veruliga spennandi dyst

Ongin ivi hevur í nógv ár verið um, at SÍ hevur eitt avbera gott ungdsómsarbeiði í flogbólti, og at nógvir gávuríkir ungir leikara koma úr Sørvági og úr Vágum annars

Tað hevur Zelenskyj forseti upplýst nú tvey ár eru síðani Russland leyp á

Hetta er besta úrslitið í 10 ár, men tað er ein heilt serlig orsøk til góða úrslitið

Vinstrahallir veljarar í Danmark hava minst tolsemi, tá ið tað kemur til menniskju við aðrari politiskari áskoðan

Minstakravið til hædd og BMI er broytt, so tey sum fyrr sluppu undan av hesum ávum skulu ikki longur rokna við at sleppa undan

Vitlíki kann hava risastórar fyrimunir og vansar við sær, og fyri miðlarnar er átrokandi at vísa etiskt fyrilit og at hava gjøgnumskygni í nýtsluni av vitlíki

Drekin hevur nú framleitt inn á netið hjá SEV í einar 14 dagar, og tað hevur alt gingið sum ætlað

- Í staðin fyri alla tíðina at skula dálka sítt umdømi í risastórum, miseydnaðum byggiverkætlanum, eigur Landsverk at fáa sín upprunaliga leiklut aftur, heldur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum

Føroya Landsstýri fer at stuðla børnum og ungum í Ukraina við at lata 10 milliónir krónur til humaniterar verkætlanir og átøk

Tað er blandingur av toski og hýsu bátarnir fáa. Her er metingin frá Fiskamarknaðinum komandi vikuna

- Vesturheimurin skal geva Ukraina missil, sum raka mál í Russlandi, tí vegurin til frið í Ukraina er gjøgnum kríggj

Ukrainskar deildir hava skotið niður eitt russiskt Berijev A-50 eftirlitsflogfar, boðar ukrainska loftverjan frá. Nú hava russar bara sjey eftir

Slættaberg er seldur sum gamalt jarn, so óvist er, hví eldur er komin í, tí einki arbeiði er umborð á Slættaberg

RAS skipanin er júst veitt til Bakkafrost við Áir. MEST hevur uppsett skipanina í samstarvi við MAT-KULING úr Noreg

Frá 1. apríl verður loyvt hjá vaksnum at roykja hassj í Týsklandi, men við nøkrum avmarkingum

Nýggju frímerkjaútgávurnar fevna um eitt 100-ára hald, Sandoyartunnilin, umframt heimsfilm og kolavinnu í Føroyum

Heimsins størsta kanning av kovid-19 vaksinum váttar, at álvarsom hjáárin eru sjáldsom

Ársúrslitið í 2023 eftir skatt var 6,1 mió. kr. Í 2022 var úrslitið 1,9 mió. kr.

USA boðar frá yvir 500 nýggjum sanksjónum móti Russlandi í sambandi við deyða Aleksej Navalnyjs og av framhaldandi krígnum í Ukraina

Listaverkini hava heitið Talgildir næmingar saman við eini krokodillu. Støddin er 100 – 40 cm

Høvuðsumvælingin av hotellinum gongur við rúkandi ferð. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, fundarhølum og einum stórum, nýmótans køki, so merkir hetta eisini, at undanfarna innbúgvið skal finna nýtt heim

Eftir eitt støðugt minkandi arbeiðsloysi síðani koronufarsóttina, er tað hækkað aftur. Arbeiðsloysi er nú á hægsta lutfalli síðani juli 2021

- Tað kann ikki vera rætt, at tað skal vera so trupult hjá smáspararum at fáa eitt sindur av rentu uttan at binda pengarnar í longri tíð, halda stovnararnir av nýggja íløgufelagnum

USA, Frakland, Stórabretland og Týskland stuðla niðurlendinginum, men neyðugt er við semju ímillum øll tey 31 Nato londini

Odysseus hevur lent á Mánanum. Tað váttar privata Houston-felagið Intuitive Machines

ST stovnurin fyri palestinsk flóttafólk í Miðeystri (UNRWA) sigur í dag, at stovnurin er ikki førur fyri at halda fram í sínum arbeiði í Gaza

Myndir frá staðnum vísa persónar sum ikki sleppa av altanini í íbúðabygningi í 14 hæddum