Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarfelags hevur lagt hart út í 2016 við tíggju útgávum harav tvær eru upprunaføroyskar – og fleiri bøkur eru á veg!

Gloym meg ei – Lundar og Hvannpoppkorn og Summardáafrukstsalat eru báðar flottar, fagrar og fittar – og ikki minst upprunaføroyskar.

Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu ein lundi ger, tá ið tað skriðar aftan fyri oyrað? Ella um hann setur seg niður at skvetta? Og passar tað, at lundi gravur sær holu at búgva í? Í fittu og stuttligu pappbókini Gloym meg ei – Lundar sært tú alt hetta – og meira enn!

Forkunnugu fotomyndirnar hevur Hans Eli Sivertsen tikið.

Í bókini Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat eftir Joan Sørinardóttir, sum er tann fyrsta av sínum slag, kanst tí lesa hugnaligu gerandissøgurnar um Blómu-ommuna og ommubørnini, fáa vegleiðing til spennandi plantuveiðuferðir, gera leskiligar døgurðarættir, poppkorn ella saft, og uppdatera tína almennu vitan um tær seks planturnar notu, várhagasólju, summardáa, hvonn, smæru og sýru. Aftast í bókini er vegleiðing til at turka blómur og plantur og at gera sítt egna hvannfræpulvur og trý sløg av urtasalti!

Flottu fotomyndirnar hevur Tjóðhild Patursson tikið og Solveig Hansen hevur teknað fittu myndirnar.

Tilsamans tíggju nýggjar bøkur til børn og ung
Umframt hesar báðar bøkurnar eru eisini sjey týddar bøkur komnar út. Talan er um alt frá litføgrum pappbókum við freistandi ljóðknøttum at trýsta á til lættlesibøkur og spennandi krimilesna til ung:

Flekk leitar eftir Eric Hill

Pláss fyri mær eftir Juliu Donaldson

Í skúla - Heimsins vakrastu brillur eftir Helenu Bross

Ótrúliga søgan um Sally Jones eftir Jakob Wegelius

PAX 3 - Mýlingurin eftir Åsa Larsson og Ingela Korsell

PAX 4 - Bjøran eftir Åsa Larsson og Ingela Korsell

Snjóhvíta 2 - So hvít sum snjó eftir Salla Simukka

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo