Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein ungur hontikari sum kom til djóragarðin í sveisiska býnum Zürich úr djóragarðinum í Odense fyri einum ári síðani, hevur dripið ein 55 ára gamlan djórapassara, skriva fleiri miðlar.

Tað er ógreitt, hví djórapassarin var í sama rúmi sum tikarin. Ein av teimum vitjandi varskógvaði aðrar djórapassarar um, at alt var ikki rætt í tikarabúrinum. Tað eydnaðist teimum at lokka fimm ára gamla tikaran inn í eitt annað rúm, so teir sluppu fram at álopna djórapassaranum, men tá var hesi longu deyður.

Bæði gestir og starvsfólk fáa nú kreppuhjálp.

Djóragarðurin í Zürich lat upp aftur fyri einum mánaða síðani, eftir at hann hevði verið stongdur í eina tíð vegna koronasmittuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo