Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Konsertin var serliga sterk, tí hon ikki hevði frásøgufólk, men fór at liva sítt egna avmálda og væl koreograferaða lív.

Hon bleiv til eina organiska flyting eftir gólvinum, inn og út úr rúminum, meðan ljósið, roykurin og teir tríggir tónleikararnir skaptu baksýnið, sum aftur elvdi til fatanina av rumd og tíð í øllum skjaldrunum, sum eisini fingu eina elektro vend hjá Lasse Thorning Jæger, sum pettaði søguligu upptøkurnar hjá Turén sundur, leitaði á skurrandi útvarpsfrekvensinum og setti tær saman aftur stig fyri stig eftir elektro nærum trance trip hop frymili, meðan Knút Háberg Eysturstein sat við ymsu tangentarnar, sum javnan nomu við tað hákirkjuliga, og so Jan Rúni Poulsen, ið sló á trummur og háfrekvent slagverk, alt samalt avmált og við so stórum tamarhaldi, at tað var ein fragd at hoyra allan vegin ígjøgnum tann stíva tíman, stílfult avmálda konsertin vardi.

Tamarhald var lyklaorðið.

Og visuella framførslan gjørdi tað, sum annars kundi verið monotont, spennandi sprelskt. Pallsetingina gjørdi Katya R.D. Nielsen, Frida Poulsen búnarnar, Suni Joensen skapti ljósið og Alexander Gaard ljóðið. 

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo