Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Bilin, sum kolaðist upp millum Vágatunnilin og Leynatunnilin, átti Poul Arni Jacobsen í Sørvági, og hann er fegin um, at hendingin ikki var í øðrum av tunlunum, men miðskeiðis ímillum teir.

Poul Arni Jacobsen sigur við VP, at hann var á veg til Vestmanna, men hevði koyrt skeivt, so hann kom at koyra móti Havnini, tá ið ein bilur bað hann um at steðga, tí bilurin reyk so illa undan botninum.

- Eg steðgaði so, men lat ikki lúkuna upp, og royndi at lúra ímillum, og sá tá, at eldur var í motorinum, sigur Poul Arni við VP.

- Og so var ikki annað at gera enn at sleppa sær vekk frá bilinum, sigur hann.

Poul Arni Jacobsen greiður frá, at tá hevði longu ein annar bilførari ringt til Alarmsentralin at boða frá, at eldur var í, so løgreglan var rímiliga skjótt á staðnum.

- Tað gekk heilt skjótt, at bilurin var uppkolaður, sigur Poul Arni Jacobsen.

Bilurin var ein Picasso, gamal, og sum skilst hevur eisini eldur verið í einum øðrum Picasso-bili.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo