Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Lat tað vera greitt, at eg haldi tað er týðandi, at Føroyar fáa eina stórhøll, og eg haldi hon skal liggja í Havn. Men tað er pínligt, ómoralskt og skeivt at føroysku fólkatingslimirnir hava kraddað seg til 30 mió av donsku fíggjarlógini til hesa stórhøll. Vit eru væl ríkari enn danir og kunnu sum onki fíggja stórhøllina 100% í Føroyum. Men hendan møguleika hava teir tikið frá okkum.

Í veruleikanum er hetta eitt nógv meir prinsipielt og álvarsligt mál enn bara 30 mió til eina ítróttarverkætlan.

At kradda pengar til føroyskar verkætlanir av donsku fíggjarlógini er vorðin ein ringur vani, sum sambands-fólkatingslimir hava fingið sær seinastu árini. Tað tykist sum teir ganga í síni egnu verð á Fólkatingi og vita ikki, hvussu føroyingar hugsa. Tí hetta er púra úti av takt við, hvar føroyska fólkið er til dagligt.

Hetta er eitt stórt afturstig fyri tað stóra seiga takið, vit sum tjóð taka fyri at gerast fíggjarliga sjálvbjargin. Og sum stórur meiriluti av føroyingum tekur undir við; nú trein eisini fyrrverandi sambands-løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen fram á pall og staðfesti, at blokkurin eigur at fella burtur komandi 10 árini.

Ítróttarliga, politiskt og vinnuliga hava føroyingar í mong ár arbeitt stolt og miðvíst við at standa seg væl úti í heimi. At gerast fullgyldugir limir í altjóða felagsskapum og at rinda eins og onnur lond til hesar felagsskapir. Vit hava við tógvi stríð vunnið okkum virðing uttanlands – bæði handilsliga, uttanríkispolitiskt og ítróttarliga - fyri at stremba eftir sjálvstøðugari umboðan á høgum støði og á jøvnum føti við onnur lond og eru kend fyri ikki at ynskja stuðul uttanífrá, men at rinda fyri okkum sjálv. Júst hetta vísa danskir politikarar eisini á og undrast á framferðháttin hjá føroysku fólkatingsumboðunum.

Tað, sum ítrótturin hevur víst seinastu árini er, at vit væl megna sjálvi at bjóða av á altjóða pallinum, har dirvi og áræði hevur eyðkent spælararnar. Men fólkatingsumboðini meta ikki at vit klára nakað sjálv og billa danska fólkatinginum inn, at føroyingar mugu hava hjálp og stuðul.

Tí gerast føroyingar provokeraðir og fáa ringan smakk í munnin av hesum atburðinum, sum gevur okkum eina negativa sjálvskenslu. Tað gongur ímóti øllum tí, sum so stórt tal av føroyingum arbeiða fyri hvønn dag.

Men sum onkur helt fyri, kanska skulu vit heldur takka teimum báðum fyri, at teir so væl hava megnað at vekja frælsishugin hjá føroyingum við hesum stóra sjálvmáli.

Aftursvarið hjá Sjúrði Skaale til atfinningarnar er, at hann bara brúkti sítt vald! Fyri tað um man hevur vald, skal valdið so brúkast uttan mun til hvat? Skal ongin integritetur ella moralur liggja til grund fyri at brúka sítt vald? Skal man ikki stinga fingurin í jørðina í Føroyum og vita um hetta er tað, ið føroyingar vilja?

Nógv ivamál eru reist og standa enn ósvarað um ætlanina hjá meirilutanum í Tórshavnar Býráð um stórhøllina. Atfinningar eru um vantandi gjøgnumskygni, um manglandi útboð og um ivasomu konstruktiónina, og Kommunala eftirlitið kannar nú hesi viðurskifti.

Øll hesi ivamál verða feiað til viks, tí teir báðir, sum ganga á Fólkatingið vita best. Teir hava blástemplað, at júst hendan verkætlanin er tann rætta og skal stuðlast.

Og nú noyddust strandingar at kasta handklæðið í ringin. Teirra ætlan er væl og virðiliga amputerað, og tað má smakka sambandsveljarum á Skálafjørðinum illa, at teirra egnu umboð á Fólkatingi hava valt teirra øki og teirra ætlan frá.

Eisini verður okkara egna Løgting lopið um og yvirstýrt av Fólkatinginum. Fíggjarnevndin skal nú pent punga út, tí fólkatingslimirnir leggja trýst á við hesi avgerð.

Tí rakar hendan avgerð so meint; hon rakar áralangt stríð á so nógvum mótum um at umboða okkum sjálv og rinda fyri okkum sjálv, hon ger seg inn á sjálvræðið hjá okkara Løgtingi, hon blandar seg í kommunalpolitikk, og hon rakar fólkasálina og sjálvskensluna hjá føroyingum.

Og lat meg endurtaka: Eg vil fegin arbeiða fyri at Føroya fáa eina stórhøll, men vit skulu sjálvi finna røttu loysnina og fíggingina til verkætlanina.

Hetta trekkið ger, at alt fleiri okkara stórliga ivast í, hvør nyttan er í føroysku fólkatingsumboðanini. Hetta er ikki tað, sum skapar tað virðiliga og javnbjóðis samband við Danmark og allan umheimin, sum okkum tørvar so stórliga.

Gunvør Balle
Býráðslimur fyri Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo