Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hugaligt var tað at lesa á VP.FO og eftirsíðani at tosa við avvarandi av virkinum, og harvið fáa staðfest góðu gongdina í 2019. Tað sum eg serliga hefti meg við er, at starvsfólkahópurin nú var komin upp í 130 fólk íalt, og ein lønarútgjalding á 54 milliónir krónur.

Tankar mínir ganga til vinmannin Kára Johannesen sála, og stovnarin av fyritøkuni. Vit báðir sigldu saman um hetta mundi, tá Kári valdi at gerast heimamaður. Eftir eyka maskin skúlagongd í Havn í eina tíð, byrjaði Kári við smiðjuverkstaði í kjallarinum heima í egnu sethúsum sínum í 1978, sum einsamallur maður.

Í 1979 kom Leirvíksingurin Jón Eliassen afturat.

Í 1988 flytur virksemið í nýggjan verkstaðarbygning á Kambsdali. Síðani eru fleiri stórir bygningar lagdir afturat á Kambsdali, umframt aðrar staðir í landinum eisini.

Onkuntíð verður tikið til bíbliuversið: “Tí hvør fer at vanvirða dagin, táið byrjað verður við lítlum.”

Og tað man vera sjálvdan, at tað hevur hóskað betur enn í hesum førinum, nú starvsfólkini í 2019 vóru heili 130 í tali.

Eg vil tí nýta høvið at ynskja til lukku til stjóran Ólavur Asafsson Olsen, sum hevur staðið á odda í nógv ár og stýrt við hepnari hond. Eisini leiðsluni og ikki minst starvsfólkunum annars, ynski eg til lukku fyri gott avrik í árinum íð fór.

Og sigast kann, at tit liggja væl fyri á tí lokala og tó globalt arbeiðandi vinnuvirkis stiganum, tá umræður arbeiðspláss í Fuglafjarðar kommunu:

Top 10 Starvsfólk

  1. Framherji 160

  2. KJ Hydraulik 130

  3. Vónin 100

  4. Havsbrún 90

  5. MOWI (Marine Harvest) 80

  6. Pelagos 60

  7. Sandship (Sandgrevstur) 40

  8. JT Electric 35

  9. Petur Larsen (Baader) 30

  10. Bergfrost 20

Ein lutfalsligur partur av hesum arbeiðsplássinum eru staðsett í øðrum kommunum í Føroyum eins og nøkur eru staðsett uttanlanda.

Hvussu inniverandi ár fer at roynast, kann bert framtíðin vísa okkum, men vit kunnu siga sum gamli Sámuel: “Higartil hevur Harrin hjálpt okkum! “

Fuglafjørður, 04-05-2020

Sigurð S. Simonsen
Býráðs og Vinnunevndarlimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo