Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Sum ein avleiðing av, at danska fólkatingið í nøkur ár hevur ynskt Føroyum og føroyingum til lukku við flaggi og tjóðardegi - á skeivum degi - ynskja tjóðskaparligir føroyingar í dag danska ríkinum til lukku við grundlógardegnum - á skeivum degi.

Kanska fara tey eisini at ynskja til lukku við Brogede Dan sum henda dag fall av himni í Brooklyn og uppfann hot dog, og geva falstíðindum ein nýggjan snúning.

Nei, vit vita ikki hvar hetta skemti, sum Lars Løkke byrjaði, skal enda.

Men skal heilsanin koma fram í dag og gera mun, so skal hvør einstakur føroyingur, hvar hann so er á politiska spektrinum, deila heilsanina 100 ferðir. Tí so nógv størri og sterkari er Móðir Danmark enn vit.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo