Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Á várskránni hjá Synergi eru 4 sera viðkomandi skeið til leiðarar og stjórar.

HR-løgfrøði | Bert 3 pláss eftir!

HR-løgfrøði er ein útbúgving í 3 modulum. Hendan útbúgvingin er ein av bestseljarunum hjá Synergi. Hevur tú fólk undir tær, er gott at duga eitt sindur av HR-løgfrøði, so tú kennir reglurnar fyri m.a. sjúkrafráveru, setan, uppsøgn, barsil, tagnarskyldu, loyalitet vm. Bert 3 pláss eru eftir! Undirvísarin, Sigmund Poulsen, er helst tann, ið veit mest um júst hetta økið í Føroyum. Sigmund er sera góður undirvísari, sum altíð hevur heilt nýggj dømi um starvsfólkamál við á skeiðnunum, ofta frá Føroya rætti.

Retorikkur fyri leiðarar | Leiðari: ”Besta skeið eg havi verið á!”

Við 2 sera royndum og góðum undirvísarum, kanst tú rokna við at læra eina rúgvu. Jonas Gabrielsen hevur fingið virðisløn sum besti undirvísari á Copenhagen Business School og Kell Jarner Rasmussen hevur síðan 2001 undirvíst, ráðgivið og vant leiðarar í retorikki, og skrivað røður fyri toppleiðarar í danska vinnulívinum og yrkisrørslunum. Hann er dómari í altjóða røðuvirðislønini Cicero Speechwriting Awards..

Kom og lær teg retorikk, sum er eitt av fremstu leiðsluamboðum ein leiðari hevur.Tú heldur nógv fleiri talur, enn tú heldur… Óansæð um tað er prátið við eitt starvsfólk í gongini ella stóra talan til Ársdagin, er hetta alt talur, har tú kanst stýra, hvønn veg tingini skulu fara. Við retorikkinum.

Smartnership - lær at samráðast og fá avtaluna í hús | Kom og lær teg samráðingarteknikk og fá avtaluna í hús!

Vit samráðast allan dagin, við handlar um avsláttur, gjaldstreytir, levering, við starvsfólkini um uppgávur, løn og frítíð, við makan um bilin, børnini og døgurðan, ja, við øll møgulig um alt møguligt. Kom og lær, hvussu tú fært avslutta samráðinga uppá ein góðan hátt, so báðir partar vera nøgdir.

Eftirgjørdur intelligensur - kom og fá innlit í perspektivini fyri títt arbeiðspláss

Eftirgjørdur intelligensur, artificial intelligence, machine learning ella digitalisering er komið fyri at verða. Tað fer at ávirka teg og títt arbeiðspláss. Tað siga allir serfrøðingar. Tað er longu her, tí eigur tú sum leiðari og stjóri at fylgja væl við, hvat hendir á økinum, tí tað hendir nógv og tað steðgar aldrin. Ert tú ikki við, ert tú úti. Kom á skeið og fá eitt gott innlit í, hvussu eftirgjørdur intelligensur fer at ávirka arbeiðsplássini.

Les meira um skeiðini og tekna teg á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo