Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hósdagin 19. november andaðist Birgar Johannessen 74 ára gamal.

Birgar hevði stóran alsk til Havnina, og eftir hann liggja virðismikil avrik - bókaútgávur, tónleikasendingar, myndatilfar og ein ørgrynna av lutum, ið hann hevur savnað.

Í bókaverkunum “Havnin - fólk og yrki” hevur hann skrivað um fólk og yrki í býnum í tíðarskeiðinum 1900-1939 og 1940-1969. Hetta eru virðismikil uppslagsverk, og seinna verkið fekk Birgar Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri í 2009, sum er bókmentavirðisløn, ið Tórshavnar býráð letur.

Birgar byrjaði at savna longu sum smádrongur. Innsavnanin tók veruligt dik á seg síðst í áttatiárunum, og hann savnaði bæði myndir og lutir, sum høvdu tilknýti til Havnina.

Birgar helt tað vera ov galið, at býurin ikki hevði eitt ‘veruligt’ býarsavn og stovnaði sítt egna savn í leigaðum hølum á gamla Tórs Cafeteria í Niels Finsens gøtu.

Hann nevndi savnið “Býarsavnið”. Tá ið hann fekk at vita, at heitið var í brúk, tí Tórshavnar býarsavn longu varð stovnað í 1987 sum stovnur undir Mentamáladeildini, var ov seint at broyta tað. Heitið hevði fingið fastatøkur millum Havnarfólk – og tað var savnið hjá Birgari, ið fólk sipaðu til, tá ið tosað var um Býarsavnið! Hetta lýsir væl fólksligu atdráttarmegi hansara. Hann dugdi at skapa áhuga fyri tí farna millum fólk og at vísa á virðið í at varðveita søguna. Birgar plagdi at taka til, at hann hevði bjargað mangan søguliga lutin, sum annars hevði farið á bukkvald, tí fólk vóru farin at lata honum lutirnar í staðin.  

Birgar hevði ein serligan tokka til 60-árini. Hetta sæst eisini aftur í hansara savnindum. Hann var virkin tónleikari og stovnaði saman við øðrum tónleikabólkin Cream Crackers í 1964. Og júst tónleikur var stórur partur av savninum hjá Birgari.

Hann innrættaði eina stovu á Tórs Cafeteria, ið hann kallaði “Afturhvarv”, har ið fólk kundu minnast aftur á gamlar dagar. Stovan var innrættað við innbúgvi úr 60-árunum, og á vegginum hingu tónleikaligar fyrimyndir sum “The Rolling Stones” og “The Beatles”. Ljóðføri hingu á bróstinum, og á hillunum stóðu føroyskar og útlendskar plátur frá tíðarskeiðinum.

Birgar rak savnið í Niels Finsens gøtu í hálvtannað ár, men lutirnir gjørdust so nógvir í tali og uppgávan so mikið krevjandi, at hann í 2018 gav Tórshavnar býi allar lutirnar í savninum. Lutirnir skuldu í varðveitslu hjá Tórshavnar býarsavni og gerast partur av kommunala savninum.

Kommunan tók yvir leigumálið í Niels Finsens gøtu sum liður í yvirtøkuni. Leigumálið gekk út í august 2019, og møguleiki var ikki at leingja tað. Tí var farið undir endaliga skrásetingararbeiðið og at pakka allar lutirnar niður.

Tað eydnaðist at skráseta mestsum allar lutirnar – nærum 1200 í tali - og harvið tryggja, at søgurnar og vitanin um hvønn einstakan lut verður varðveitt fyri komandi ættarlið.

Birgar gleddi seg – og ótolnaðist - til at lutirnir fóru at verða sýndir fram aftur.

Leitað hevur leingið verið eftir hóskandi hølum til Býarsavnið. Savnið fekk nýggja savnsgoymslu síðsta ár, og tíðliga í ár avgjørdi býráðið, at Býarsavnið skuldi flyta í gamla Musikkskúlan á Frúutrøð. Avrátt varð at fyrsta framsýningin skuldi snúgva seg um Havnina undir krígnum, nú tað eru 75 ár, síðan kríggið endaði.

Á hesari framsýning hava fleiri lutir frá Birgari verið at sæð, m.a. stólurin úr offisermessuni á Frúutrøð, flaggið hjá bretska konslinum Mason, lutir úr Lincoln City, hjálmar og bonkurin, ið bretska felagið fyri gamlar hermenn í Føroyum lat Tórshavnar býi sum gávu í 1961.

Nú framsýningin um hersetingina er tikin niður, fer arbeiði í gongd at gera neyðugar umvælingarnar, soleiðis at tað verður klárt at seta komandi føstu framsýningina hjá Býarsavninum upp. Lutirnir frá Birgari eru virðismikil partur av framsýningini um Havnar søgu – um tónleika- og ungdómsmentan, avhalds- og rúsdrekkamentan, framleiðslu úr Havn og fjøltáttaða virksemið í býnum gjøgnum tíðina.

Ætlanin hevur altíð verið at endurstovna stovuna hjá Birgari, tí saman við forkunnugu tónleikalutunum sigur hon eina søgu um tónleika- og ungdómsmentan í Havn í 60-árunum. Eina søgu, ið Birgar sjálvur var partur av.

Við stórfingnu gávuni frá Birgari fara søgurnar um Havnina at liva víðari til gleði og upplýsing fyri okkum øll.

Tórshavnar kommuna vil við hesum takka Birgari fyri hansara stóra lut í at varðveita søguna um Havnina. Vit lýsa frið yvir minnið um Birgar Johannesen.

Tórshavnar kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo