Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hvannrók: Mong vóru vit, sum hvukku við, tá vit hoyrdu, at Jónhard á Hvítubrúgv Haraldsen fríggjadagin 30. apríl var farin 56 ára gamal. Tað var sum, at alt steðgaði í hugaheiminum eina løtu, og tankarnir fóru at reika um henda fitta, lívsglaða og arbeiðssama mannin, sum vit kendu á fleiri mótum. Var Jónhard nú vorðin so sjúkur, at hann alt ov ungur hevði lagt árarnir inn fyri seinastu ferð.

Her nøkur minni um Jónhard, sum tú serliga komst at kenna væl í Álakeri og í Høllini á Hálsi.

Jónhard var føddur 3. juli 1964 og búði fyrstu trý árini í Miðvági. Mamman Gunnvá er úr Miðvági, og pápin Axel sáli (1946-2005) var úr Sørvági. Systkini eru Sonja og Jákup.

Barnaheimið hjá mær er nærmasti granni hjá Skúlanum á Trøðni, og meg minnist nógvar næmingar og eisini Jónhard ganga í skúlanum, uttan tú tá komst á tal við teir. Axel, pápi Jónhard, arbeiddi eisini í skúlanum á Trøðni.

Hondbóltsfelagið Neistin skipaði árini 1988 til og við 2007 fyri tiltakinum Aftur í 60-árini í Høllini á Hálsi, og tá kom eg veruliga at kenna Jónhard. Eg var ein av høvuðsfyrireikarunum, og meg minnist fyrstu ferð, eg sá Jónhard við eldhuga bera stólar og borð, tá vit gjørdu klárt til tiltakið til bæði fríggja- og leygarkvøld.

Jónhard var ikki neistamaður, og eingin hevði biðið hann arbeiða, men hann var so spentur og áhugaður í tónleiki, at hann vildi geva sítt íkast til Aftur í 60-ára tiltakið. Og Jónhard var til seinasta mann, tá sunnunáttina skuldi ruddast í høllini, tí høllin skuldi brúkast til annað virksemi sunnudag. Tónleikaamboð, stólar og borð skuldu úr høllini, og so skuldi vaskast, og Jónhard var við alla tíðina.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo