Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Haldi meg sjálvan eiga uppskotið, at byggja høllina við skúlan út,- so stóra sum gjørligt.

Eg haldi at útbyggingin av skúlanum  er góð og tað er rættast at fáa sum mest burturúr her á staðnum.

Men skúlabyggingin inntil nú er ongin sólskinssøga. Vit hava fingið eina Marghøll sum liggur úti í gongini við síðuna av tí, sum skuldi verða tann rætta Marghøllin.

Umframt tað, fyri at betra um eina vánaliga tilgongd til projektið, er aftaná komið afturat skrivstovuhøli til stjóra og leiðara, ein glasveggur fyri at minka um larmin frá høllini og nú glasveggir ímillum høll og Marghøll, sum bert tæna sjón og ikki ljóði.

Her er illa avstaðfarið.

Til at fáa hesi viðurskifti upp á pláss hava vit øll fýra á myndini stemma fyri øllum uppskotunum til betringar, og tað verður ongin av okkum ímóti at fáa tað bestu loysnina við skúlan.

Vit vilja í samráð við tykkum øll, leggja eina ætlan fyri liðugtger av høllini, har vit fáa sum mest burturúr, á tekniborðinum og ikki undir byggingini. Tað ber til at gera planir, har øll eru hoyrd!

At hava marghøll og høll, kirkju, skúla og vøll, niðri í tætt bygdum øki, er ein fongur. Her kann verða meiri, men vit skulu eisini finna javnvágina og fara út um við tí, sum vit kunnu verða felags um í allari oynni.

Tá talan er um visiónir, er trupult at fáa hin listan upp á føtur. Men ongin fær skaða visiónum. Heldur ikki dulnevnd.

Tað er í sjálvum sær ómetaliga visónsleyst bert at síggja alla okkara framtíð niðri í Sørvági, serliga við teimum stóru møguleikunum vit hava av øllum teim vitjandi til fløgvøllin.

Fyri okkum er ikki talan um at velja ein persón, men avgerandi er at Listi A fær meirlutan soleiðis at fleiri, tit og vit, sleppa framat, at gera okkara kommunu til ein betri heimstað.

Tað er ein visión í sjálvum sær, sum fæst við at seta krossin við Lista A týsdagin.

Listi A í Sørvágs kommunu. Saman við tær ein betri heimstað.

Jákup á Stongum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo