Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í fleiri ár hava vit hoyrt um foreldur sum búgva uppi á Hamarinum/Kongavarða, sum eru kedd av at taka barn úr barnagarði seinasta árið, men kenna seg noydd, tí børn í forskúlanum hava fraíhjárætt at fáa pláss í 1.flokki.

Tey siga seg velja tað av tí orsøk, at tey ikki vilja risikera at skula koyra barnið í ein annan skúla, burturfrá nærumhvørvinum, vinum og grannum.

Nú rakar hesin vandin NÓGV fleiri fólk við at nýggi skúlin á Fløtum eisini gevur hesi framíhjárættindi. Í fjør hevði hetta við sær, at fleiri ymsastaðni í býnum sóu møguleikan fyri at fáa teirra barn inn í skúlan.

Og nú er óttin hjá nógvum foreldrum blivin veruleiki. Skúlin á Fløtum er ov lítil. Hetta fær enn fleiri at melda teirra barn til forskúlan, tí at hava barnið verandi í dagstovninum er ein ov stórur kjansur at taka.

Tí vilja vit spyrja nakrar spurningar:

- Hvat er ætlanin við at 'bjóða' forskúla á øllum skúlum í Vesturøkinum? Hví bleiv avgerðin um hetta tikin?

- Metir kommunan at tað er betri fyri børn at fara í forskúla, heldur enn at vera í barnagarði?

- Kann skúlastovutilboð á dagstovni ikki javnsetast við forskúla?

- Er tað í lagi at foreldur kenna seg trýst til at taka barnið úr stovninum tí tey annars ikki fáa pláss í økinum?

- Hava tit heimild til at lata skúlarnir geva framíhjárætt til tey, sum fara í forskúlan?

Um ja, halda tit so at tað er í lagið at familjur, ið búgva í td. Hvítanesi, Hoyvík ella Eysturbýnum kunnu melda teirra børn til forskúlan á Fløtum og hervið fáa framíhjárætt til pláss í 1.flokki - fram um børnini í nærumhvørvinum?

- Halda tit tað er nóg gott forskúlatilboð á Fløtum, tá børnini allan seinnapart ganga fyri vá og vind saman við frítíðarskúlanum, samanborið við á dagstovni, har nomeringin fyri 5-6 ára gomul er betri?

Nógv kenna tað sum FORSKÚLATILBOÐ er blivið til FORSKÚLATVANG. Er hetta ætlanin hjá Tórshavnar Kommunu?

Fleiri hava longu við tungum hjarta meldað barnið úr dagstovninum.

Gev teimum og okkum fría valið aftur!

Vegna nøkur stúrin foreldur
Jenny Old
Foreldur og pedagogur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo