At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kopi-paste greinar umsettar til føroyskt kunnu til tíðir blíva ein herskin fiska-biti. Men tá Vilmund Jacobsen á in.fo umrøður Tilapia sum ein burðardygt aldan fisk.... sjálvandi soleiðis sum niðurlendingar / WWF við sínum ASC og MSC "burðardyggum" framleiðslu-fatan seta slíkt fram, kann spyrjast um Vilmund hevur minsta ánilsi fyri hvat "burðardygg framleiðsla" stendur fyri og hvørju krøv skulu verða gingin á møti til av røttum at umrøðast burðardygg.

Tilapia er ein hin mest heilsuskaðiligi aldi fiskurin yvirhøvur á heimsmarknaðinum. USA innflytur 70% av framleiðsluni í Kina, men júst amerikubúgvar hava so at siga onga matmentan.... annað en burgara, turbokylling og chips (nakað sum her í landinum).

Vilmund veit allarhelst IKKI at júst við vesturstrond Afrika liggja kinversk, norsk, donsk, svensk, íslendsk og føroysk skip (Framherji og Samherji) og sópa upp sardinir og pelagiskan fisk til ídnaðarframleiðslu til fóður til svínaframleiðslu, flogfenað, Tilapia og alilaks. Mest heilsugóða fiskin... tikin fram við strendurnar, uttan at hann kostar klovið oyra, hava norðurlendsk og kinversk feløg bart út sagt stolið frá milliónum av fátækum. Fleiri hundarð kilometrar inni í landinum eru læknar komnir eftir at serstakliga børn hava fingið heilsutrupulleikar, ið kunnu vísast til at stava frá manglandi feitum fiski.... ið er horvin.... uppfiskaður av ránsmannasamfeløgum. Mon ikki tað er meira burðardygt at lata afrikanar hava sínar fiskastovnar fyri seg sjálvar.... heilsugóða føði til NULL krónur?

Hví verður ávarað móti at eta aldan Tilapia... og enntá føroyskan alilaks? Hørjar eru heilsuskaðiligu avleiðingarnar og hví íkoma hesar? Er nakar munur á aldum Tilapia og aldum laksi?

1. Við mangul á fóðuri frá pelagiskari rávøru, verða stórar nøgdir av GMO soya og GMO raps sett til fóðuri. Soya hevur høgt innihald av Omega 6 fitisýru, ið er heilsuskaðilig tá nøgdin saman við Omega 3 verður skeiklað frá 4:2, ið er rætta samansetingin, til 10 og enntá 20:1. Høgt innihald av Omega 6 hevur við sær astma, gigt, diabetes 2 og bruna í øllum kroppinum.

2. Kinverjar brúka skarn og leivdir frá svínaframleiðslu og flogfenaði sum fóður til Tilapia fiskin. Við slíkum fóðuri økist vandin at fáa krabbasjúku 10 falt.

3. Tilapia er aldur sum alilaksur og trunkaður saman í nótum. Slíkt krevur nýtslu av antibiotika og vandamiklum lúsabasingarevnum. Evni sum Dibutyilin, ið stavar frá PVC-framleiðslu, og ikki minni dioxin, eru evni, ið finnast í so at siga øllum aldum fiski. Avleiðingar eru ovurvikvæmið, bruni, vánaliga imunverju, ovurfiti, krabbi og aðrar heilsuskaðiligar sjúkur.

Tilapia er á listanum hjá Seafood Watch fyri fiskasløg fólk eiga at halda sær frá at eta. Men... fólk fáa onga kunning og onga vegleiðing frá hvørki Vilmund ella øðrum miðlafólki, og slettis ikki frá t.d. Fólkaheilsuráðnum.

Burðardyggi parturin finnist ikki í alivinnu... her m.a. Afrikubúgvar, ið hava mist sín heilsugóða og kostnaðarfríða fisk.... júst sum føroyingar hava mist mest heilsugóða seiðin.

Umhvørvis- og náttúruparturin í burðardygga kravinum er á sama hátt fullkomuliga fráverandi.

So kann aftur spyrjast um Vilmund er "keyptur" til at hava sílka vanskeplaða áskoðan til "burðardygd".... ella tað bara er manglandi vitan og innlit um hvat fyribrygdið "burardygd" stendur fyri. Eg velji tað síðsta... tá sjálvt løgmaður opinbart heldur ikki veit hvat hetta orðið stendur fyri.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo