Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Talan er um 3-5 børn, sum ganga í Skúlanum á Trøðni, men sum skulu hava frítíðarskúlatilboð. Kommunan hevur mett, at tørvurin hjá hesum bólki kemur ikki undir ásetingarnar í grein 5 í dagstovnalógini, og hevur tí saman við Kommunufelagnum roynt málið sbrt. stk. 3 í nevndu lógargrein. Kommununi er álagt at veita stovnspláss og námsfrøðilig tilboð til nøkur børn, ið hava serligan tørv, og avgerð er nú tikin um, at kommunan skal veita tilboðið.

Talan er um børn við fjøltáttaðum og umfevnandi menningaravbjóðingum, ið ikki kunnu vera saman við vanligum børnum á dagstovni. Talan er um børn við autismu. Tí er neyðugt at skipa serstakt tilboð til børnini, harundir hølisumstøðurnar og í mun til fakøki, har neyðugt er við settum ergoterapeuti.

Gjørt er uppskot til leigusáttmála við Landsverk vegna Mentamálaráðið. Leigumálið eru høli í grannabygningi hjá Skúlanum á Trøðni, ið er ein fyrimunur fyri børnini. Talan er ikki um at skipa nýggjan stovn, men eindin verður løgd undir Frítíðarskúlan í Kongagøtu.

Umsitingin metir, at við hesum avgerðum, har kommununi er álagt at skipa frítíðarskúlatilboð til henda bólk, er ósamsvar millum lóg og ábyrgd millum kommunurnar og landið (Almannaverkið). Málið eigur tí at verða lagt fyri Kommunufelagið at taka upp við landsstýrið, til tess, antin at halda seg til lógina, ella at broyta lógina.

Býráðið tók í gjárkvøldið við stórum meiriluta undir við, at tilboðið verður skipað sum eind undir Frítíðarskúlanum í Kongagøtu, og at lagt verður upp fyri nýggja fíggjartørvinum í fíggjarætlanin 2019. Útreiðslur í inniverandi ári verða fíggjaðar innan verandi játtanir. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo