Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Sørvágs kommuna lýsir hervið koyringina við skúla- og barnagarðsbørnum í Sørvágs kommunu leysa frá 18. august 2021 at rokna.

Talan er um flutning av børnum millum bygdinar í samband við skúla og barnagarð.

Kravt verður, at tann ella tey, sum átaka sær koyringina lúka krøv um, at akfarið, ið nýtt verður, skal verða góðkent og skrásett til vinnuligan fólkaflutning, herundir tryggjað til vinnuligan fólkaflutning, og at førarin hevur galdandi koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til viðkomandi akfar.

Møgulig tilboð, ið skulu verða skrivlig, skulu verða Sørvágs kommunu, Varðagøta 8, Sørvágur ella sorvag(at)sorvag.fo í hendi seinasta lagi 23.04.2021.

Nærri upplýsingar um flutningstíðir og útbjóðingartilfar kunnu fáast á kommunuskrivstovuni tlf. 363200

Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomin tilboð ella einki at taka.

Sørvágs kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo