Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í løtuni er ein serstøk byggisamtykt til hoyringar í sambandi við leigubústaðarbygging undir Kongavarða. Í hesi hoyringstíð hava øll áhugað møguleika at gera sínar viðmerkingar galdandi, hetta heilt fram til 30. august 2019.

Sitandi samgonga í býráðnum setti sær frá byrjan av fyri at skapa karmar fyri at byggja leigubústaðir í kommununi. Kommunan hevur onga lógarheimild sjálv at byggja leigubústaðir, hetta er ein avgerð, ið liggur hjá løgtinginum.

Kommunan hevur troytt allar møguleikar at finna útvegir fyri at byggja leigubústaðir til fólk í bústaðarneyð. Vit hava verið í samband við vinnuna, bankar, fíggjarstovnar, tryggingarfeløg og fakfeløg, øll, sum kunnu hugsast at hava áhuga í at fara undir tílíkt virksemi í Føroyum. Men uttan úrslit.

Umsitingin hevur í hesi tilgongdini víst á staðsetingar, har til ber at byggja leigubústaðir. Ein av hesum er undir Kongavarða, sum býráðið tók avgerð um at bjóða út í almennari sølu, har tað stóð einum og hvørjum frítt at bjóða seg fram at byggja leigubústaðir. Úrslitið varð, at ein fyritøka bjóðaði seg fram.

Vit sóu bústaðarneyðina og ynsktu at gera nakað við málið. Men vit kundu ynskt okkum, at landsins myndugleikar í størri mun eru við til at lyfta hesa uppgávu.

Byggisamtyktin skal í tílíkum førum til hoyringar, kommunan skal taka støðu til allar viðmerkingar og gera niðurstøður í hesum sambandi, og alt hetta tilfar skal viðgerðast og góðkennast av landsins býarskipanarnevnd, ið ger tilmæli til Innlendismálaráðið, sum tekur endaliga støðu. Allan vegin í tilgongdini hevur borgarin høvið at gera vart við seg.

Tað skal tí eingin ivi vera um, at kommunan fylgir øllum mannagongdum og lurtar eftir teimum, sum gera viðmerkingar til tílík mál. Enn fyriliggur onki endaligt um byggisamtyktina undir Kongavarða.

Vit eru í samband við byggiharran um loysnir, sum í størri mun kunnu ganga íbúgvum Undir Kongavarða á møti, samstundis sum vit eisini nøkta íbúðartrotið.

Vit ynskja sjálvsagt at hoyra allar partar. Vit ynskja eitt byggjarí, sum er framtíðartryggjað við góðari dygd og høgum trivnaði, og talan er her um at byggja leigubústaðir sum modulbyggjarí líknandi øðrum modulbyggjarínum í Føroyum, m.a. teimum, sum Bústaðir byggir.

At enda kann eg gera vart við, at tá hoyringsfreistin er farin og alt tilfarið er savnað og viðgjørt, so verða eigarafeløgini boðin inn til kunnandi fund um málið.

Annika Olsen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo