Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygarkvøldið 2. juni letur nýtt ungdómshús upp á Argjahamri, og tað skal sjálvandi hátíðarhaldast við einum braki!

Spildurnýggja virksemið heldur til í skúlanum á Argjahamri, og bjóðað verður vælkomin kl. 19, tá dyrnar lata upp.

Kl. 19.30 heldur Gunnvør Balle, forkvinna í mentanar nevndini, røðu og ung bera fram heilsu.

Navnframu Danny and the Veetos spæla fyri okkum, meðan Bárður Dal Christiansen málar málning/skelti og harvið avdúkar navnið á staðnum.

Í samband við nýggja ungdómstilboðið, er navna kapping útskrivað, og freistin at lata inn uppskot er sunnukvøldið 27. mai á midnátt.

Eftir tiltøkini á pallinum, bjóða vit ókeypis hot dogs, kaffi/the og okkurt lekkurt omaná. Høvi er at síggja ymisku “pallarnir”/staðsetingina, har tey ungu fara at ferðast á. Og gjøgnum kvøldið framføra ung ymiskt leypandi í ymsu hølunum, og ein DJ fer at spæla feitan tónleik. Millum annað hava vit fleiri teldur til gaming, stuttlig borðspøl, møguleika fyri at skateboarda, gera parkour og mangt annað.

So tað er bara at leggja leiðina framvið og forvitnast leygarkvøldið. Øll eru hjartaliga vælkomin, ung sum eldri!

Skrá:
Kl. 19 Dyrnar lata upp
Kl. 19.30 Vælkomin og røður
Kl. 19.45 Danny and the Veetos
Kl. 20.30 Navnið verður avdúkað
Kl. 20.35 Opið hús

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo