Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Tilhaldið er eitt einastandandi tilboð til allar persjónistar í Tórshavnar kommunu. Kom og ver við í einum hugnaligum, skapandi og mennandi umhvørvi!

Kaffistovan fyri pensjónistar er opin gerandisdagar frá kl 13 til 16, har til ber at njóta ein góðan munn og eitt gott prát.

Tá dagarnir aftur fara at styttast og okkum øllum tørvar dagsljós, ber til at koma inn á gólvið at fáa ljósviðgerð. Tvey ljósskjól eru í eini hugnaligari stovu á loftinum.

Eisini er venjingarrúm á 1. hædd, har til ber hjá øllum at venja í ymsum maskinum.

Frá 13. august er fiMleikur byrjaður aftur fyri menn og kvinnur í Havn, har er bara at møta upp. Gongutúrur verður 16. august, har er eisini bara at møta. Bindiklubbur byrjar aftur í Tihaldinum 5. september, kortspælið byrjar 3. september.

Maskinbinding byrjar aftur 3. september, skaftaveving 5. september, horn- og beinarbeiði 3. september. Lær at skriva tína lívssøgu verður 6. september, tá verður eisini skipað fyri tiltaki at dansa line-dance, harmonikudans og føroyskan dans.

Frá 12. september er lesibólkur fyri kvinnur. Telduskeið byrjar 4. september.

Í Tilhaldinum í Kollafirði er hugni við sangi, kortspæli, lesing, binding, mati, rørslu, fimleiki, bob, dart, veving, maskinbinding og maskinseyming. Byrjað verður 20. august mána-, miku- og fríggjadag millum kl 12 og 16.

Í Tilhaldinum í Nólsoy verður byrjað við fimleiki og gongutúrum 21. august, hugni við mati, kortspæli, binding og lesing byrjar 21. august, og fimmleikur fyri bæði kvinnur og menn verður í oktober.

Tilhaldið lýsir nærri um øll tiltøkini, tíðir, stað og tilmelding.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo