Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Eldraøkið heldur fram at lata stigvíst uppaftur. Heilsu- og umsortanartænastan fer nú at lata uppaftur tilhaldini, sum eru til heimabúgvandi eldri borgarar í Tórshavnar kommunu.

Ætlanin er, at tilhaldini í Tórsgøtu, í Kollafirði og í Nólsoy byrja virksemið aftur í smáum, har atlit verður tikið at smittufyribyrgjan. Hetta merkir, at tilboðini í fyrstu syftu eru rættiliga nógv broytt í mun til tað, sum borgarin er vanur við.

Við teimum tilmælum, sum eru galdandi í løtuni, ber ikki til hjá fólki at støkka inn á gólvið. Hetta ger tað neyðugt at melda seg til. Tá ið tilmeldingin er liðug, verða borgararnir skipaðir í smærri bólkar við føstum tíðum, har tey kunnu vera í tilhaldinum.

Í fyrstu syftu letur tilhaldið í Tórsgøtu upp bert við tilboðnum um fimleik og hugna í sambandi við hetta.

Skráin fyri tilhaldini í Kollafirði og í Nólsoy kemur seinni.

Fyri allar borgarar bæði í tilhaldinum í Tórsgøtu, í Kollafirði og í Nólsoy er klárt at melda til frá hósdegnum 3. juni 2020. Tilmeldingin fer fram við at senda teldupost til tilhald@torshavn.fo ella við at senda sms-boð til 216627.

Virksemið byrjar í viku 24, tvs. í næstu viku. Tey, sum eru tilmeldað, fáa nærri boð um, nær tey kunnu koma aftur í tilhaldini.

Virkis- og venjingarstovurnar og liðvenjingar
Eisini virkis- og venjingarstovurnar í Heilsu- og umsorganartænastuni eru so smátt farnar undir aftur virksemið, hóast eitt sindur broytt og avmarkað, tí neyðugt er at skipa minni bólkar. Arbeitt verður í løtuni við at skipa báðar virkis- og venjingarstovunar í hølum á Lágargarði, sum ikki hava samband við sjálvar búeindirnar. Borgarar, sum eru visiteraðir til virkis- og venjingarstovur, fáa nærri boð frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Eisini eru liðvenjingar byrjaðar aftur í venjingarhølunum á Boðanesheiminum. Venjingar eru seinnapart mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag. Talan er um visiteraði lið, har tørvsmeting er gjørd frammanundan. Borgarar, sum eru visiteraðir til liðvenjingarnar, fáa nærri boð frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo