Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sosialráðgevarafelag Føroya vil við hesum gera vart við sína undran og ónøgd við, at ætlanir sambært fíggjarlógaruppskotinum 2021 eru, um at broyta skipanina um tillagað størv. Skipanin hjálpir fólkum, ið hava skerdan arbeiðsførleika, so hesi hava møguleika at varðveita  ella fáa eitt starv. Heili 345 tillagaði størv eru í Føroyum í dag. 

Talið á tillagaðum størvum er vaksið nógv seinastu árini - og tað er bara at fegnast um! Einasta alternativið hjá fleiri av hesum fólkum er annars arbeiðsloysið, forsorgarhjálp ella fyritíðarpensjón. Tillagaða starvið merkir fyri hvørt einasta menniskja sum hevur gleði og gagn av hesi skipan:

· hægri lívsdygd

· at vera betri førur fyri at forsyrgja sær og sínum

· at geva sítt íkast til føroyska arbeiðsmarknaðinum

· í enn størri mun at vera ein fyrimynd hjá sínum børnum.

Sosialar relatiónir eru aloftast eisini ein umráðandi partur, tá persónurin í tillagaða starvinum aftur fer til verka. Hóast vit eru tilvitaði um, at útreiðslurnar til tillagaðu størvini sjálvandi eru øktar seinastu árini, vita vit eisini, at tørvurin hjá fleiri teirra er minkaður í mun til aðrar skipanir, eitt nú tørvurin á stuðulsfyriskipanum, læknaviðtalum, pensjón og sjúkradagpening.

Sum sosialráðgevar eru vit útbúgvin til at síggja hvørt einasta menniskja út frá einari heildarmynd. Sæð úr okkara sjónarhorni, kann ikki endurtakast nóg ofta, at tillagaðu størvini geva fólkum eina hægri lívsgóðsku, sæð úr einum sosialfakligum og menniskjaligum perspektivi.

Purra hevur verið uppundir, at arbeiðsgevarar eru, sum misbrúka hesa skipan. Hetta er á ongan hátt okkara fatan! Tvørturímóti halda vit ofta, at arbeiðsgevarar kýta seg almikið, til tess at starvsfólk kunnu varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Vit vóna og vænta sjálvsagt, at politiska skipanin eisini framyvir er fús at lata okkum geva okkara íkast.

Sosialráðgevar fegnast um hvørt einasta vælvirkandi tillagað starv og vit eru partur av hvørjum einasta starvi, sum hevur sæð dagsins ljós í Føroyum. Vit hava holla vitan um økið, og kunnu grundgeva væl og virðiliga fyri hvørjum einasta tillagaða starvi! Starvið verður skapt saman við persóninum, sum hevur skerdan førleika, arbeiðsgevara, og ofta eru yrkisfeløgini eisini partur av viðgerðini. Hollar lækna- og sosialfakligar lýsingar eru bulurin í hvørjum einasta tillagaðum starvi. Tískil væntar Sosialráðgevarafelagið sjálvsagt at verða tikið uppá ráð, um nakrar broytingar skulu gerast í hesari skipanini.  

Við verandi skipan varðveitur ein stórur partur av borgarunum sína sáttmálaásettu løn, tað fegnast vit um. Tí ein lønarniðurskurður kann hava stóra ávirkan á familju/fíggjarstøðuna hjá tí persóninum, ið brádliga verður raktur av sjúku ella skaða. Fleiri teirra hava eisini gjørt stórar íløgur í útbúgving, sum tey ikki vilja fáa ágóðan av, um markið fyri lønarískoyti verður lækkað og rætturin til sáttmálaløn fellur burtur.

Sosialráðgevarafelagið skilur hvørki fíggjarliga ella sosialpolitiska endamálið við ætlaðu broytingunum. Hvat ynskja vit við okkara sosialu skipanum? Hvørjum er ynskið og ætlanin, at vit skulu hjálpa? Ella er ætlanin, at tey skulu hjálpast til aftur at vera før at forsyrgja sær og sínum og hava eina munagóða lívsgóðsku? Vit vilja fegin geva okkara íkast til kjakið og tær avgerðir, sum verða tiknar í hesum sambandi – vit eru sum nevnt tey, sum í gerandisdegnum hava hetta økið um hendi og vænta vit sjálvsagt, at vit fáa høvið at geva okkara íkast.

Við ynskjum um góðan arbeiðshug og munagóðum loysnum.

Sosialráðgevafelag Føroya
Katarina Petersen
Jacoba Jacobsen
Ruth Apol Mortensen
Kristin N. Bech
Daisy Iversen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo