Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í seinastu viku kom faldari frá Tórshavnar Kvøldskúla, sum varð borin í hvørt hús. Í yvirlitinum eru tilsamans 293 ymisk skeið, ið er tað mesta nakrantíð. Av teimum 293 skeiðunum eru heili 60 nýggj skeið.

Jógvan Sørin Hansen, stjóri, sigur, at tað serliga eru nógv nýggj skeið innan film, sum rúgva upp í skránni. Eitt økt samstarv við Klippfisk hevur ført við sær, at fleiri spennandi skeið eru at velja í innan at skriva til skerm, leikstjórn, at nýta ljós til film, at nýta videokamera, klippiskeið, at gera heimildarfilm osfr. Eisini er eitt forvitnisligt 'bootcamp' at finna í skránni, har luttakarar á Nóllywood hava ein fyrimun. 

Umframt skeiðini í at gera film, er tað eisini sjónleikur, ið er farin at fylla skránna við skeiðum. Sjónleikaraskúlin býður nevniliga fleiri spennandi skeið út innan sjónleik til ymsar aldursbólkar, umframt at skeið í at skriva handrit til sjónleik og skeið í sniðgeving av palli og ljóði til sjónleik eru at velja í millum. 

Harafturat eru undirvísingartilboðini til útlendingar víðkað munandi. Kvøldskúlin er farin undir nýggjan leist, har útlendsku næmingarnir verða býttir í tveir bólkar, soleiðis at frálæran kann leggjast til rættis eftir tørvinum hjá næmingunum. Á henda hátt kunnu tey, ið duga nakað av føroyskum, fáa frálæru ið passar teirra stigi, meðan tey, ið slettis ikki duga føroyskt, fáa frálæru á byrjanarstigi.

Á Kvøldskúlanum fegnast tey yvir mongu skeiðini og at hava so dugnaligar lærarar til skeiðini. Sum vant rokna tey við at skeiðini skjótt verða fullteknað, og tí er at bera skjótt at, um ein ynskir at sleppa á skeið hjá Kvøldskúlanum. Tilmeldingin letur upp í kvøld kl. 18 og er opin til sunnukvøldið 2. september. 

Tú finnur faldaran á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kvøldskúla

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo