Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Ungi miðverjin í HB, Samuel Johansen Chukwudi, Hákun West av Teigum, høgrivongur í bestu deildini hjá Skanderborg Håndbold, og Astrið Nanly Breckmann úr Havnar Fimleikafelag, eru tilnevnd til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2020.

Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki, sum hevur skarað framúr. ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ er ein av teimum seks heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 13. februar.

Samuel Johansen Chukwudi hevur einans 17 ára gamal veruliga gjørt seg galdandi á besta liðnum hjá HB, har hann var við til at tryggja HB føroyameistaraheitið 2020, tá ið fleiri av berandi kreftunum á liðnum stríddust við skaðar. Samuel Johansen Chukwudi er eisini eitt dømi um eina sera evnaríkan leikara, ið hevur tikið seg beinleiðis av U17 landsliðnum upp á U21 landsliðið í fótbólti.

Hákun West av Teigum, ið byrjaði sum hondbóltsspælari í H71, tryggjaði sær longu sum 18 ára gamal í fjør pláss sum høgrivongur í bestu deildini hjá Skanderborg Håndbold. Hann undirskrivaði sáttmála við Skanderborg Håndbold í 2020, men hann stóð seg so avbera væl, at sáttmálin stutt eftir varð longdur til 2024. Á jólum vandi Hákun West av Teigum fyri fyrstu ferð við føroyska A-landsliðnum, og hann verður ivaleyst partur av bjørtu framtíðini hjá føroyskum manshondbólti á altjóða støði.

Astrið Nanly Breckmann, 16 ár, úr Havnar Fimleikafelag hevur tikið seg nógv fram í 2020. Hon vann eisini Danmarkarmeistaraheitið fyri lið í felagnum KG66 í Kastrup, og hon lýkur nú m.a. øll altjóða krøv innan amboðsfimleik, sum gera hana føra fyri at luttaka í altjóða kappingum. Astrið Nanly Breckmann telist millum bestu fimleikarar bæði í Føroyum og Danmark, og hon tekur fimleikin í so stórum álvara, at hon hevur valt at íðka fimleik burturav í eitt tíðarskeið.

Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaSTJØRNNUSKOTIÐ 2020 eina peningaupphædd á 5.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 13. februar kl. 19.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo