Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Løgtingið hevur samtykt at royna Føroyar sum oljuland enn einaferð, hóast vit vita, at vit við nýtsluni av fossilum brennievnum, ið útláta vakstrarhúsgass, sum bjálva jørðina, stevna ímóti einari óvissari og vandamiklari framtíð úti av javnvág.

Her á landi, og serstakliga í okkara nærumhvørvi norðanfyri, merkjast hesar broytingar av álvara, nú havísurin, ið stýrir verðurlagnum um okkara leiðir, bráðnar og hvørvir.

Havið rundanum Føroyar hitnar og gerst súrari, og hesar broytingar hótta føðslugrundarlagið í havinum. Samstundis merkja vit harðari ódnir, og at veðrið í Føroyum, ið framman undan var óútrokniligt, gerst meiri óstøðugt og vátt. Ei heldur hava vit ein veruliga vetur longur, har tjúkkur kavi liggur í langa tíð, og soleiðis kámast árstíðirnar.

"Heimssamfelagið má taka neyðug stig fyri at byrgja upp fyri veðurlagsbroytingunum. Okkara lutur her í Føroyum má tó ikki liggja eftir. Náttúran er grundarlagið undir føroyska samfelagnum. Tí er tað okkara skylda at vera millum tey lond, sum ganga undan á umhvørvisøkinum, heldur enn at kasta alla ábyrgd frá okkum."

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum.

Landsins mynduleikar hava við 2030 ætlanini um 100% varandi el-orku á landi, umframt onnur líknandi mál, sett út í kortið, at Føroyar skulu vera eitt undangonguland í skiftinum burtur frá skaðiligum og dýrum fossilum brennievnum. Tó tykist stuttskygnið draga, nú ætlanin verður sett í vanda til frama fyri oljuleitingar, sum, um tær eyðnast, fara at gera Føroyar til eitt fátækari land, hóast møguligar inntøkur í landskassan. 

Føroyar standa ikki eina á hesum markamóti: Saman vit nærum øllum heimsins londum hava vit fyri stuttum bundið okkum til COP21 veðurlagsavtaluna, ið miðar eftir at fyribyrgja verstu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum, men hóast samtyktina fara Føroyar á fjórða sinni at leita eftir olju, tó at einasti mátin at fyribyrgja áhaldandi veðurlagsbroytingar er at minka um og í síðsta enda steðga útláti av vakstrarhúsgassum.

Ætlanin er eitt týðiligt brot á Paríssáttmálan og eitt brot á skyldurnar, sum landsins mynduleikar hava mótvegis landsins borgarum at tryggja okkum eitt burðardygt og trygt samfelag - nú og framtíðini - og tí mótmæla fyriskipararnir staðiliga ætlanunum hjá landsstýrinum og løgtinginum.

Um vit halda heimsins politikarar til málini í París Sáttmálanum, so kunnu ætlanirnar eydnast til stóran fyrimun fyri okkum øll. Tí varpa vit ljós á ósamsvarið ímillum orð og gerðir landsstýrisins og krevja, at Føroyar halda á fram á grønu kósini, uttan burturvik til vandamikil og hættislig oljuævintýr, sum føra til veðurlagsmarrur og afturstig á kósini ímóti einum jøvnum, ábyrgdarfullum og tíðarhóskandi samfelag í Føroyum.

Fyriskipararnir av tiltakinum eru Ringrás, Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag, Lau Øfjord Blaxekjær, West Nordic Studies og Unga Tjóðveldið.

Hvørjir eru so møguleikarnir innan orku, og hví verður tað sagt, at oljuvinnan er ein deyður endi? Hesir spurningar og aðrir við verða umrøddir til tiltakið. Tiltakið verður týskvøldið 16. mai, kl. 19:00 í Læraraskúlahøllini.

Skráin til tiltakið:

19:00 - Vælkomin

19:10 - Filmurin "Climate of Concern" verður vístur
19:45 - Ingmar Valdemarson á Løgmansbø - "Oljuvinna - ein deyður endi"
20:10 - Lau Øfjord Blaxekjær - "Færøernes internationale muligheder med grønt diplomati"
20:30 - Árni Jóhan Petersen - PhD um føroyska oljuvinnu

Í 1991 framleiðir Shell filmin "Climate of Concern", ið umrøður og ávarar um ógvusligar veðurlagsbroytingar. Filmurin er umleið 30 minuttir til longdar og hevur føroyskan undirtekst. Millum annað verður ávarað um, at "um hóttanin av alheimsupphiting skal handfarast realistiskt, framtíðin vera øðrvísi."

Tó hevur Shell ikki tikið egnu ávaringina í álvara síðan tá.

Lau Øfjord Blaxekjær er adjunktur og útbúgvingarleiðari fyri West Nordic Studies. Í mong ár hevur Lau Øfjord Blaxekjær undirvíst í m.a. umhvørvi, tøkni og veðurlagsbroytingum og hevur eisini luttikið í 5 teimum seinastu altjóða veðurlagsráðstevnunum.

Ingmar á Løgmansbø er ein av stigtakarum til Ringrás, og hevur drúgva vitan um umhvørvi, dálking og náttúruvernd. Týskvøldið hevur Ingmar á Løgmansbø framløguna "Oljuvinna - ein deyður endi".

Árni Jóhan Petersen, PhD lesandi á CBS, er í holt við sína PhD ritgerð, har hann kannar føroysku oljuvinnuna. Spurningar, sum Árni Jóhan Petersen viðger eru m.a. hvussu oljuleitingar hava ávirkað føroyska samfelagið, og í hvønn mun dreymurin um oljupengar hevur fingið gongd í oljuvirksemi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo