Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikukvøldið 23. mai ber til hjá fólki, sum varða av fólki við minnissvinni (demens), sum búgva heima, at fáa vitan um sjúkuna og hvussu tú kanst stuðla einum í familjuni ella vini, sum hevur sjúkuna.

Høvi verður at hoyra, hvørji tilboð eru í Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu til fólk við minnissvinni og teirra avvarðandi. Demenstoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni skipar fyri, umframt verða umboð fyri Heilræði (heimavitjunartænastuna) og stovuna fyri minnissvinni á Landssjúkrahúsinum við.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til hjá Heilsu- og umsorganartænastuni á telefon 30 20 00 ella senda teldubræv til heilsuhusid@torshavn.fo í seinasta lagi 22. mai.

Tiltakið verður í Tilhaldinum í Tórsgøtu frá kl. 19.30 til 21.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo