Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bátastevnan í ár verður hildin á netinum, men fyrireikararnir siga, at Bátastevnan verður við vissu aftur í mai 2021

Aftur í kvøld er beinleiðis sending úr VB-húsinum í Vági, har tað í kvøld eru sálmar og sangir á skránni

Tórshavnar kommuna vil, saman við Visit Tórshavn og Landsverk, betra um umstøðurnar til ferðavinnu í Kirkjubø, til gagns fyri bæði íbúgvar og vitjandi í bygdini

Í kvøld kl. 19 skipar Hugskotið aftur fyri íverksetarakafé – hesa ferð á netinum. Hetta kvøldið fer at snúgva seg um sølu og marknaðarføring á netinum

Mikudagin 6. mai kl. 10-22 verður Várdagur í SMS

Eftir ætlan skuldi stórt minningarhaldi vera í Havn tann 8. mai við luttøku frá bretska sendiharranum í Keypmannahavn og bretskum ráðharra. Men nú er alt útsett av koronasóttini

“Øll hava rætt til góð barnaár” veitir nú dulnevnda ráðgeving umvegis tjatt á www.blakross.fo

Næsta mikukvøld, sum er mikukvøldið 6. mei kl. 19 - 20 verður ein fyrilestur um positiva sálarfrøði – “GRIT, leiðin til framburð”

- Vit vóna at kunna bjóða øllum aftur til 1. mai-hald næsta ár

Javnaðarflokkurin avlýsir árligu tiltøkini 1. mai, men sendir kortini røður á netinum. Sent verður beinleiðis á síðuni hjá Javnaðarflokkinum á Facebook kl. 16

30. apríl til og við 3. mei 2020 skipar Vestmanna kommuna fyri tí fyrsta føroyska filmsfestivalinum nakrantíð. Talan er um filmsfestivalin Vestfilm, ið verður á keiini í Vestmanna

Nakrir tónleikarar úr Havnar Hornorkestri spældu «Sjá, tú blánar« og aðrar sangir fyri búfólkunum á Boðanesheiminum fyrrapartin

Nógv hendir í Vági í hesum døgum, eisini hóast tiltøk um frástøðu og ikki at hittast fleiri enn 10 í bólki, men eisini hesi tilmælini verða fylgd og nýhugsan og átøk síggja dagsins ljós

Vaglið verður flaggskrýtt, men koronasmittan ger, at ístaðin fyri at savnast á Vaglinum, fara nakrir tónleikarar úr Havnar Hornorkestri at spæla «Sjá, tú blánar« og aðrar sangir fyri búfólkunum á Boðanesheiminum

- Sera ómakaleyst at seta seg niður í 2 tímar eitt vanligt kvøld við einum kaffikoppi og fáa undirvísing. Eitt sera fjølbroytt skeið við uppleggi, venjingum, filmsbroti og bólkapráti

Elskaði Ljóðfílurin, sum vit øll kenna úr m.a. sendingunum Ding Dang Pappsang og Hey!, heldur tað vera so keðiligt, at ikki sleppa á flaggdagshald í ár. Tað halda Jensina og Norðurlandahúsið eisini

Í annaðkvøld klokkan 20 fer Teitur á pall. Talan verður um eina drive-in konsert á flúgvarabedingini við Sørvágsvatn

Flaggdagshaldið verður í ár hildið á Biskupstorgi, har Tina Purkhús fer at bera fram røðu. Klaksvíkar hornorkestur og grønu og gulu skótarnir luttaka

Tórshavnar kommuna heitir á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum

Sum flestum kunnugt mátti Barnafestivalurin 2020 útsetast til í heyst. Norðurlandahúsið heldur tó, at tað er alt ov leingi hjá børnum at bíða

Mikukvøldið klokkan 19:00 skipar Tórsgøta fyri beinleiðis felagssangi úr Perluni

Í samstarvi við Visit Faroe Islands, Raclip og CommIT letur Visit Suðuroy nú nýggjan film um Suðuroynna úr hondum. Talan er um ein sonevndan image-film, ið vísir okkum ta vøkru og fjølbroyttu Suðuroy

Mentanarnáttin plagar at liggja fyrsta fríggjadag i juni, tó ger støðan við korona, at hetta ikki letur seg gera. Tískil er Mentanarnáttin flutt til fríggjakvøldið 11. september 2020

Skipasmiðjustjórin Mouritz Mohr fer í ár at flyta fram røðu Merkinum til heiðurs. Haldið verður leygardagin – flaggdagin – 25. apríl – kl. 15

Liberia er eitt av heimsins fátækastu londum. Nú er landið afturlatið orsakað av umfarssóttini Korona, og avleiðingarnar eru álvarsligar

Nú tað ikki ber til at savnast, í hesum farsóttatíðum, verður leygarkvøldið 18. apríl kl. 22, skipað fyri talgilda Korona Quiz beinleiðis á Facebook vanganum av sama navni

- Hvussu eigur ein leiðari at bera seg, at tá eitt av hansara starvsfólkum fær krabbamein?

Ebenezer er av góðum orsøkum stongt, og tí verður sangløtan netvarpað í samstarvi við Evangelisku Røddina (evr.fo)

Hava keypt rís, spannir, sápu og klorin til fólk so tey kunnu halda reinførið undir korona kreppuni

Eins og flestu ið takast við undirhald og tónleik, so er tað eisini hjá BUBU, at korona hevur ávirka, útsett ella avlýst tær framførslur, ið vóru á skránni

Bátafelagið á Toftum, ið skipar fyri Bátafestivalinum, hevur valt at hava Bátafestivalin tann 20. juni

Eins og undanfarin ár, skipar Fuglafjarðar kommuna fyri Earth Hour leygardagin 28. mars kl. 20.30

Kvøldsetan byrjar klokkan 19.30, og heldur á í ein tíma ella so

Í kvøld kl. 21 verður beinleiðis stroyming úr Tórsgøtu við føroysku kometini Jasmin

Bindifestivalurin 2020 er fluttur til 15. – 17. apríl 2021 við somu skrá

Av Koronavirusinum verður einki tiltak í Tinghúsgarðinum í Havn eins og undanfarin ár, men flutt út á sosialu miðlarnar, soleiðis at øll kunnu vera við

- Eftir at øll tiltøk, sum landsstýrið hevur sett í verk fyri at basa koronasmittuni, halda fram til eftir páskir, hevur leiðslan í Meinigheitshúsinum í Tórshavn avgjørt at avlýsa øll møtir á páskum

Av tí at Covid-19 smittan hevur lagt alt kórvirksemi lamið í minsta lagi fram til 2. páskadag 13. apríl hevur nevndin í kórsambandinum avgjørt at eingin kórfestivalur verður hildin í ár

Reyði Krossur bjóðar nú øllum, ið hava sálarligar avbjóðingar, orsakað av støðuni við koronasmittuni í Føroyum, at tosa við ein løggildan sálarfrøðing

Á facebook eru nú 7 Grannahjálp-bólkar stovnaðir

Ebenezer netvarpar eisini møtir á ebenezer.fo

Eisini samkoman Lívdin sendur beinleiðis á netinum frá møtum

- Nú fólk eru rádd til at reika sum minst og ansa sær væl í hesum koronatíðum, hevur samkoman Keldan valt at skipa seg øðrvísi enn vanligt

Ein dagur á grynnuni skuldi eftir ætlan vera tann 2.mai. Avgerðin er enn ikki tikin um nær Ein dagur á grynnuni verður útsett til

Eftir tilráðingum frá Kaj Leo Holm Johannesen, Landsstýrismanni í Heilsumálum, hava fyrireikararnir tikið avgerð um at avlýsa sølustevnuna

Nógv spennandi var á skránni, tá ið Hugskotið og Visit Tórshavn skipaðu fyri Vinnuforum seinnapartin

Kvinnufelagið bjóðar øllum til bronsj og at heiðra kvinnum í Mettustovu sunnudagin 8. mars kl. 13:00 – 15:00

Á fundinum verður framløga av ætlan um at byggja íbúðir í Vágs kommunu. - Ein ætlan, sum fevnir um at byggja íbúðir í ymiskum støddum

Næsta sunnudag, 08. mars, sum eisini er altjóða kvinnudagur verður hátíðarhald í Bygdarskúlanum í Miðvági frá kl. 15.00

Vit liva í einum av heimsins bestu samfeløgum, eitt mikrosamfelag, um tú tekur støði altjóða