Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hagtøl vísa at Føroyar er tað land í heiminum, ið hevur hægsta títtleika av tarmsjúkum, t.d. tríggjar ferðir fleiri tilburðir samanborið við okkara norðurlendsku grannar

Barsil og brunsj, feminisma og filmur! Ein heil vika av fjølbroyttum, feministiskum tiltøkum

Summar Festivalurin kunnger í dag fyrstu føroysku bólkarnar til ársins festival

Í sambandi við frímerkjaútgávuna av Flogbóltsfrímerkjunum verður beinleiðis stroyming

Leygarkvøldið 28. mars skipa Krabbameinsfelagið, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya í felag fyri stóra innsavningartiltakinum "Føroyar móti krabba", sum verður sent beinleiðis úr Norðurlandahúsinum

Leygardagin 22. februar verður stórt føstulávintshald í SMS við tunnusláttri, andlitsmáling og stuttligum undirhaldi

- Tað hendir tíverri alt ov ofta, at fólk ikki varnast, at tey eru ov illa tryggjað fyrr enn skaðin er hendur, sigur tryggingarráðgevi

Enn einaferð heldur danska sjóverjan føstulávintssiðvenjuna og bjóðar børnunum í oynni umborð til tunnusláttur

Nú tað eru Torradagar kann nevnast, at Njál hevur eisini sína lagnusøgu á sjónum

Í Smæruni fer Jógvan Arge at siga frá tiltiknu ferðini, sum ”Karin K” í 1959 gjørdi til Eysturgrønlands við 10 útróðrarbátum

Kl. 17.30 verður bjóðað til skrúvuguðstænastu. Børn og barnsligar sálir eru vælkomnar

Í næstum verður føroyameistaraheitið í telduspælinum Counter-Strike: Global Offensive, sum eSport Føroyar skipar fyri á hvørjum ári, enn einaferð á dagskránni

Streingjakórið í Meinigheitshúsinum á Skála varð stovnað í 1979 og hevur verið virkið uml. 30 av hesum 40 árunum

So rungar felagssangurin aftur á Boðanesheiminum. Hetta verður nú týsdagin 18. februar millum kl 10 og 11.30

Kanska eitt hugskot til eitt romantiskt kvøld

Á altjóða degnum móti barnakrabbameini, leygardagin 15.februar, skipar Team Rynkeby Føroyar fyri tveimum tiltøkum

Tórshavnar Kommuna, Hugskotið og Føroyingafelagið á Fyn skipaðu í gjárkvøldið fyri einum hugnaligum kvøldi fyri føroyskar útisetar á Fyn

Leygardagin 8. februar kl. 14 verður Sarah Mahfoud, heimsmeistari, at hitta á Torginum í SMS

Sarah Mahfoud, sum gjørdist heimsmeistari í boksing leygarkvøldið, kemur til Føroyar í annaðkvøld

Kl. 16.00 í dag verður spakin settur í til byggingina av nýggja Mentanarhúsinum í Klaksvík

Týskvøldið 4. februar kl. 19.00 verður borgarafundur í skúlanum í Kaldbak

Tónleikur, ljós, mentan og spennandi list verða at síggja í býnum leygardagin. Tá er Vetrarljós 2020 á skrá

- Talgilding stendur ovarlaga á politisku dagsskránni í øllum Evropa, men hvønn týdning hevur talgilding fyri smáar fyritøkur?

Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi og býarskipanarnevndini, bjóðar vælkomin í Perluni kl. 15

Áhugin fyri Leiðaradegnum er metstórur í ár. Seinast freist at tekna seg er í dag kl. 12. Bert fá pláss eru eftir

Tórshavnar kommuna bjóðar saman við Hugskotinum og føroyingafeløgunum á Fyn og í Aarhus til spennandi kvøld um møguleikarnar hjá útisetum í Tórshavnar kommunu

Tiltakið er eitt samstarv ímillum Visit Tórshavn, Tórshavnar Kommunu og ymsar aktørar í býnum. Hetta verður 7. árið á rað, at Vetrarljós verður hildið í Tórshavn

Tórshavnar kommuna hevur avgjørt at arbeiða við einum yvirskipaðum politikki fyri, hvussu økið skal umsitast framyvir. Partur av hesum er eisini stuðulsskipanir á økinum

Stóra leiðsluráðstevnan, har leiðarar ur øllum landinum hittast, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 31. januar

Málið við verkætlanini er at varpa ljós á hendan part av søgu okkara, sum vit vanliga ikki hava tosað so nógv um

Altjóða áheitan verður latin landstjórnum runt um í heiminum. Náttúruvísindafólk og læknar úr 202 londum og landaøkjum hava undirskrivað áheitanina

Í 2020 verður tiltakið hildið 2. mai, og sum vanligt, eru øll vælkomin oman í Tórsgøtu í Havn at royna mat úr sjónum, lurta eftir tónleiki og njóta løtuna

Eins og á stuðulsdegnum í 2014, 2016 og 2018, verða beinleiðis samrøður millum gestir og útvarpsvertir í glasaðum ljóðrúmi

Skemt er ikki bara skemt. Skemt kann vera eitt amboð, sum hevur stóran týdning fyri samstarv og arbeiðsgleði á einum arbeiðsplássi

Endamálið hjá felagnum er at bøta um korini hjá børnum, hvørs foreldur ikki búgva saman

Kl.19.00 hóskvøldið bjóðar Heðin Zachariasen borgarstjóri í Sunda kommunu vælkomin til ADHD Rundferðina, ið hesaferð verður í Eydnuni á Oyrarbakka

Hósdagin klokkan 14 fer Firouz Gaini at halda sín professarafyrilestur í Kongshøll á Eystaru Bryggju í Havn

Í fjør var Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, kosin Ársins almenni leiðari í 2019

Sunnudagin 19. januar verður aftur føroyskt møti á sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík. Møtið verður klokkan 16, og tað er Ólavur Jacobsen, trúboðari, sum talar

Ein millión djóra- og plantusløg eru í vanda fyri at verða týnd. Føroyskur ungdómur verður nú boðin at vera við til at gera nakað við tað

Seinasta freist at senda inn tilnevning til Ársins leiðarar er í dag

Ummælarar hjá The Guardian, Rolling Stone, Variety og New York Times, geva ”Amazing Grace” fult stigatal. Rolling Stone skrivar, at filmurin er “The Gospel According to Aretha Franklin”

Leygarkvøldið 15. februar verða Geytavirðislønin og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu latnar bestu føroysku stuttfilmunum í Norðurlandahúsinum

Føroyar draga útisetar til sín sum ongantíð áður. Og nógvir útisetar droyma um at búgva í høvuðsstaðnum

Mikudagin 5. februar 2020 verður seminar um nýggja norðurlendska frágreiðing, um hvussu pápar í Norðurlondum hava tað

Mikukvøldið 15. januar handar landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, Mentanarvirðislønir landsins í Sjónleikarhúsinum í Havn

Í sambandi við ársins fyrstu útgávu av Atlantic Review, og at tað í ár eru liðin 30 ár síðani, fyrsta blaðið kom út, skipar Atlantic Airways fyri stórari føðingardagsframsýning í SMS

- Tíverri mugu vit ásanna, at tað ikki er forsvarligt at hava tiltakið við kyndlagongu, báli og fýrverki í kvøld. Veðrið er tíverri soleiðis, at vit eru noyddir av avlýsa alt fyri í kvøld

Ætlanin er aftur í ár at skipa fyri renni- ella gangitúrið úr Skálafirði og út á Strendur. Farið verður frá Kelduni í Skálafirði kl. 9:30

Leygardagin 28. desember kl 15 verður veðurlagsverkfall á Speakers Corner í Havn