Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

“Eg havi verið á nógvum skeiðum - hetta er klárt tað besta!” Fyri navigatørar, maskinmeistarar, fabrikschefar, hovmeistarar vm. Allarseinasta tekningarfreist 4. apríl

Mánadagur til fríggjadag eru halgaðir barnagarðum og skúlum. Tá koma eini 5000 børn í Norðurlandahúsið at uppliva list og mentan á allarhægsta stigi

Páskadag, 01.apríl kl. 11.00, eru øll vælkomin í Vestmanna kirkju til eina hugnaliga páskaguðstænastu

- Er pína ein partur av tínum dagligdegi? Kom á kvøldskeið við Anders Bøgesvang, lækna og pínuserfrøðingi

Kom og lær at nýta grundleggjandi amboðini í InDesign. Tá skeiðið er liðugt, dugir tú at arbeiða við einføldum publikatiónum. 3 pláss eftir!Tekning á synergi.fo

- Kom og lær Excel heilt frá grundini. Undirvísarin fær Toppkarakter! Bert 10 sleppa við og nøkur pláss eru longu farin. Tekning nú á synergi.fo.

- Um Gud vil verða samfelagsmøtir í Porkeri á páskum - frá ónsdegi 28. mars til 2. páskadag 2. apríl

 

- Aftur í ár ynskir Oasan at bjóða til páskastevnu, og er ætlanin at skipa fyri tiltøkum fyri bæði børn, ung og eldri

Visit Runavík fer á einum serligum ferðavinnudegi, sum verður 7. apríl, at tvinna ferðavinnu og íverksetan saman

Aftur í ár bjóða vit til páskastevnu í Siloa í Fuglafirði og í Ítróttarhøllini á Kambsdali

Landssjúkrahúsið fer í næstum at broyta eftirlitsgongdina hjá kvinnum, ið ganga til eftirlit eftir viðgerð fyri bróstkrabba

Í sambandi við at bókin Gud fyri skotum eftir John Lennox verður givin út á føroyskum mánadagin 26. mars, skipa KFS og Sprotin fyri orðaskifti í Reinsarínum í Havn

Báta- og Listasavnið í Leirvík verður opið skírisdag, langafríggjadag og páskaaftan

22. mars kl. 19 bjóðar Norrøna Ungmannafelag Føroya til aðalfund við ungdómspolitiskum pallborðsfundi um orku og klima í Perluni

Magni Christiansen arbeiðir í løtuni við nýggjari fløguútgávu, og er tað í hesum sambandi at hann vitjar í Vági fríggjakvøldið og hevur konsert

Týskvøldið kl. 20 verður filmurin "Jesus Christ Superstar" vístur í Hoyvíkar kirkju

Leygardagin 17. mars og sunnudagin 18. mars verður sera nógv virksemi í økinum við Løkin í Runavík

Konfirmatión í Vesturkirkjuni 18. mars 2018

Kom og lær at nýta grundleggjandi amboðini í InDesign. Tá skeiðið er liðugt, dugir tú at arbeiða við einføldum publikatiónum. Fá pláss eftir!Tekning á synergi.fo

Nú sleppa fólk endiliga at siga sína hugsan um, hvat grótið úr sandoyartunlinum kann brúkast til. Seinast varð fundurin útsettur vegna kavaveður

Tað kann vera ein trupul uppgáva at vera starvsfelagið við tey, tú óformelt skalt leiða. Útinnir tú leiðsluuppgávur uttan formelt at vera leiðari? Tryggja tær pláss á synergi.fo

Eingin smørt PowerPoint framløga ella peptalk. Heldur fært tú ein vísan, fyrikomandi undirvísara, sum undirvísir við nærveru, dialogi og stórari vitan. Kom við, bert fá pláss eftir!

Aftur í ár bjóða Klaksvíkar kommuna og Íverksetarahúsið øllum at vera vælkomin í Føroyingahúsið at njóta nakað av tí besta, sum Norðoyggjar hava at bjóða

Í samband við at Blái Krossur Føroya fer undir virksemi í Suðuroy, eru høli fingin til vega á Tvøroyri. Fyrsta stig í hesum arbeiði, er at lata upp eina Blákrossbúð

Konfirmatiónir í Hoyvíkar kirkju: Sunnudagin 18. mars 2018 – Boðanardagur Mariu

Konfirmantar í Christianskirkjuni - Pálmasunnudag - 25. mars 2018, kl. 11.00

Tveir dagar fyri limum og teirra avvarðandi og ein dag fyri fakfólkum, ið arbeiða við fólki, ið hava fingið seinheilaskaða

Í kvøld, sunnukvøldið 11. mars kl. 19 verður aftur ein sangløta í Siloa

11. mars er miðføstusunnudagur. Farið verður í kirkju kl. 11, og prædikuteksturin henda dagin er Jóhs. 6, 35-51, har Jesus m.a. sigur "Eg eri lívsins breyð"

Leygardagin 10. mars kl. 11:00 skipar Rørslufelagið Hvistan fyri heilsutúri, har fólk í øllum aldri eru vælkomin, um tey trilla, ganga ella renna, tí endamálið er bert at fáa rørslu í kroppin

Konfirmatión í Nes prestagjaldi. Fríðrikskirkjan 25. mars kl. 11.00

Vikuskiftið 9. -11. mars fær føroyska sjómansheimið Ørkin í Reykjavík vitjan av Árna Jacobsen

Føðingardagurin verður hildin mánadagin 12. mars frá kl. 14 til kl. 16 í hølunum hjá Tilhaldinum. Á skránni er kakao og bollar og val til nevndina

Miðføstu sunnudag, sum er næsta sunnudag, prædikar Maria Jørðdal Niclasen

Borgarafundurin um grótið úr Sandoyartunlinum, sum skuldi vera á Velbaðstað í kvøld, er fyribils útsettur fyri veður

Lorraine Hedtke vitjar í Føroyum í næsta mánaði og fer tá at leggja fram sína gransking um fólk sum liggja til tað síðsta

Heiðurslimur í Føroyingafelagnum, Petrina Fransiska (Ninna) Jónsson, fødd Petersen, úr Kvívík andaðist leygarmorgunin 3. mars, 97 ára gomul

Nú sleppa fólk at siga sína hugsan um, hvat grótið úr sandoyartunlinum kann brúkast til

Open Space er afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar kommunu, ið er ætlað øllum, ið hava áhuga innan integratión, inklusjón og fleirmentanarliga økið

VisitTórshavn skipar í samstarvi við Tórshavnar kommunu fyri mentanarnátt í ár tann 1. juni

Landssjúkrahúsið ynskir at vísa á gransking og granskingarúrslit, sum antin verður gjørd á Landssjúkrahúsinum ella framd av persónum við tilknýti til Landssjúkrahúsið

- Ert tú stjóri ella leiðari? Kom við á ekslusivt leiðsluskeið við Steen Hildebrandt, besti MBA undirvísari í 10 ár. Tekningarfreist mikudagin 7. mars

Møguleiki er nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn. Fundur verður í grunninum síðst í juni mánaði, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul

Áhugaverd samrøða við filmsframleiðaran Mike Day er í SundayPost har hann eisini greiðir frá um at vinna álit ímillum føroyingar til at gera film um grindaveiðu

Í morgin – sunnudagin hin 4. mars – verður familjuguðstænasta í Viðareiðis kirkju kl. 12.00 við Jóannes Purkhús

Í hesum sambandi skipar Tórshavnar Kommuna fyri hugnaligum tiltaki í Tinghúsgarðinum í Havn frá kl. 20.00 til 21.30

Samkoman Gleðiboð hevur møtirøð við Gwen og Paul Hanssen í vikuskiftinum 2. - 4. mars 2018

Nú virksemið á Miðstovninum í Gundadali steðgar, verður seinasta garðsveitslan hildin. Hetta verður fríggjadagin 9. mars frá kl. 15 til 18

Fríggjadagin 2. mars kl. 16 verður serligt tiltak í Reinsarínum í samband við at nýggj fronsk orðabók kemur út á Sprotanum. Tað er Róland í Skorini, ið hevur smíðað orðabókina

Eins og undanfarin ár fyriskipar Visit Runavík saman við Skótunum við Løkin fyri grækarismessuhaldi. Dagurin er vanliga ein hugnaligur dagur við røðu og tónleiki