Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tvær summarkonsertir við Gøtu Kirkju Ungdómskóri sunnudagin 9. juli

Á Vaglinum verður í kvøld skipað fyri tiltakinum Wave, og á skránni eru framførslur, lovsangur og tala frá Manuel Delgado. Tiltakið byrjaði klokkan 20 og endar klokkan 24

Í kvøld, 7. juli, klokkan 20, verður skipað fyri einum stórum ókeypis ungdómstiltak á Vaglinum í Havn. Tiltakið hevur fingið heitið Wave

Tiltakið verður úti í Støð. Har verður matsøla, sølubásar, barnatiltøk, harmonikutónleikur, felagssangur, føroyskur- og enskur dansur

1. sunnudag í juli - í ár sunnudagin 2. juli - er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum

Fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólki er sum høvuðsregla 70 ár, og nú Jógvan Arge hevur rokkið teimum sjeyti árunum, heldur hansara fasta starvsetan uppat

Í sambandi við eldsbrunan í Varðanum Pelagic tann 9. juni í ár, skipar Tvøroyrar kommuna fyri borgarafundi í skúlahøllini í Trongisvági mikudagin tann 28. juni 2017 kl 19 til 21

Leygarmorgunin 24. juni kl. 11 fer Sámal Petersen at hava matiné í Hoyvíkar kirkju

Í kvøld mikukvøldið 21. juni kl. 21.00 skipar Tórshavnar kommuna fyri árliga tiltakinum Summarsólstøður í Sandagerði

Hóskvøldið 22. juni kl. 20 skipar Kavaraskúlin fyri almennum fyrilestri um kaving í holum. Fyrilestrahaldari er føroyski holukavarin Bogi Krossteig

Eftir gudstænastuna í Argja kirkju í morgin, fara arkitektarnir frá Brim Arkitektum, Magnus Magnussen og Páll Holm Lave at kunna um nýggju kirkjuna á Argjum

Komandi týsdag 20. juni verður góði felagssangurin hjá Tilhaldinum fluttur yvir í matarhøllina á Lágargarði

- Einki er so irriterandi sum at vita, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá, og so ikki duga teir. Og ja, tú læs rætt, tað tekur bara 3 tímar at blíva effektivari við í Outlook

Í vikuskiftinum savnast spælsmiðir á Føroya Tele at framleiða telduspøl

Í sambandi við, at nýggja heimið “Frælsi” letur dyrnir upp fyri almenningum, verður skipað fyri konsert í Mentanarhøllini á Eiði

Týskvøldið 13. juni kl. 20.00 fer Sámal Petersen at hava solokonsert í Vestmanna kirkju

Almennur borgarafundur verður í skúlanum í Kaldbak mánakvøldið 12. juni kl. 19.00

Fleiri myndir frá Countryfestivalinum í Sørvági, sum var hildin í góðveðrinum í dag og í kvøld

”Eitt super gott skeið, sum bæði gav mær orku og stríðsvilja". Kom á skeið í morgin. Skeiðið fær heili 11,5 í miðal. Tilmelding nú á www.synergi.fo

Við støði í umhvørvispoliltikkinum Grøna leiðin verða plantuskeið í Nólsoy dagarnar 10. og 17. juni. Maud Wang Hansen fekk játtað umhvørvisstuðul 2017 frá Tórshavnar kommunu at gera ein lítlan plantuskúla

Reyði Krossur fer at senda 315.000,- krónur 1. juli til hungursraktar familjur í Suður-Sudan

Mikudagin tann 15 juni hevur Krabbameinsfelagið Opið hús. Opið hús er eitt nýtt tilboð, ætla fólkið, sum hava ella hava havt krabbameini

- Kom og lær at gera lekrar fotobøkur uppá eitt kvøld. Stuttligt at putlast við í summarfrítíðini. Nøkur fá pláss eftir!

Tórshavnar kommuna fer nú saman við borgarunum í hernað ímóti garðaskøruni. Kommunan hevur latið gera serstaka sjálvgreiðslu, har tú kanst boða frá garðaskøru, so vit kunnu basa spjaðingini

Freistin at melda til Ung í arbeiði er í dag á middegi 6. juni kl 12:00

Týskvøldið 6. juni kl. 19:30 – 21:30 skipar Rithøvundafelag Føroya fyri einum tiltaki um upphavsrættindi í Perluni í Havn. Endamálið er at fáa lýst støðuna, sum hon er í dag

Aftur í ár verður skipað fyri útigudstænastu á ovara vølli í Gundadali 2. hvítusunnudag klokkan 11.00

Komandi sunnudag, hvítusunnudag, hevur Føroyska Bíbliufelagið talvudag í flestu fólkakirkjunum kring oyggjarnar

Mentanarnáttina, fríggjakvøldið 2. juni, verður Setrið at hitta í Fabrikkini hjá Öström á aðru hædd frá kl. 19.00 til 23.00. Skráin er fjølbroytt

Í vikuni koma heilar tvær upprunaføroyskar myndabøkur út. Talan er um tveir royndar og væl umtóktar høvundar, Bárð Oskarsson og Elsubeth M. Fossádal

Á Mentanarnáttini 2. juni, fer LS aftur at vísa støð fram á sjúkrahúsinum, sum borgarar vanliga ikki hava atgongd til. Tvær rundvísingar verða

Konsertin byrjar í nýggju hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Smæruni klokkan 20.00 í annaðkvøld 1. juni. Kórið hevur 16 ymiskar sangir á skránni í annaðkvøld, og spenna teir á allan hátt rættiliga viða

Nýggja vatnbreytin verður tikin í nýtslu hósdagin 1. Juni 2017 kl. 15.45. Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna kemur at røða og eftir tað bjóðar Svimjihøllin kaffi og køkur

Í Løkshøll, sunnudagin 4. Juni 2017 kl. 15.00, framførir Tórshavnar Big Band, saman við sangarunum Sámali Ravnsfjall, Kristinu Bærendsen, Guðrun Sólju Jacobsen, Signar í Homrum og Carlsen systrunum, fleiri av vælkendu føroysku perlunum, ið eru vorðnar fólkaogn

Árliga Fólkaheilsurenningin, sum hevur verið á hvørjum árið síðan 2004, verður leygardagin 3. juni 2017, samstundis sum Tórshavn Marathon

Sprotin og Reinsaríið skipa fyri einum sera áhugaverdum "Orð og tónar-kvøldi" mentanarnáttina 2. juni. Ikki færri enn tríggjar nýggjar bøkur verða lagdar fram

Framsýning av tekningunum á Torginum í SMS mikudagin kl 16

Tveir brøður í hernað ímóti hevndarporno

- Kundi tú hugsað tær at vita, hvussu tað er at arbeiða í Heimatænastuni? So ert tú vælkomin til ein kunnandi fund

Heimskendi profeturin Vassula Rydén vitjar í Føroyum tann 3. til 5. juni. Fyrilestur verður í Vesturkirkjuni 4. juni kl. 19.00

Sunnukvøldið 28. mai kl. 19, verður eitt heilt serligt “syngið við” - kvøld í Siloa í Fuglafirði saman við Øssuri Berghamar og konu hansara, Susan

Týskvøldið 30. mai kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá. Talan er um eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um

Livandi mentan og gleimur í havnargøtum. Fríggjakvøldið 2. juni verður av álvara lív í miðbýnum, tá ið Havnin bjóðar øllum vælkomnum á Mentanarnátt 2017

Skipað verður fyri einum Syngi við kvøldi í Vesturkirkjuni, nú leygarkvødlið kl. 20.00, við luttøku av Harmonikuvinum

- Vegna útlit fyri regni og vánaligum sýni er Oyggjadagurin avlýstur í morgin. Peningur fyri ferðaseðlar verður endurgoldin hjá Visit Tórshavn, til ber eisini at ringja 302425 og fáa peningin fluttan aftur á konto

Í samband við triðju viðgerð av hjúnabandslógini verður tiltak á Tinghúsvøllinum leygardagin 27. mai 2017 kl. 13

Komandi leygardag, 27. mai, fer tað, ið nøkur hava valt at kalla “Føroya størsta ruddingartiltak”, av bakkastokki. Trongisvágsbotnur, ein sonn perla frá náttúrunar hond, skal ruddast

Kemur saman á Grønanesi mikukvøldið 24. mai kl. 19.00

Professional Scrum Master v/sertifisering verður 12. og 13. juni, tekningarfreist er í dag kl.15 á synergi.fo

Hóskvøldið 25.mai kl. 19:30 verður fyrst dystast í hálvfinaluni og síðani í sjálvari finaluni í serligu spurnakappingini Av Skipanesi til Æðuvíkar