Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útisetar kunnu nú uppliva Klaksvík við Danny & The Veetos, fisk & kips frá Kósini, sild og makrel frá Christiani í Grótinum, onkrum leskandi frá Føroya Bjór og annað. Tiltakið verður í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn

Í ár fer Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at bera fram røðu

Hvør hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi í árinum sum fór? Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins Íverkseti? Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til heiðurslønirnar, sum verða latnar á Ársins Íverksetaradegi

Kom og lær at gera lekrar fotobøkur uppá eitt kvøld. So øll fáa gleði av myndunum. Í telduni eru tær bæði goymdar og gloymdar. nøkur pláss eftir!

Mánadagin 13. mars klokkan 19-21 hevur eftirskúlin Rásin í Saltangará opið hús. Umsóknarfreistin til skúlan er hálvan mars, og til ber at velja millum 13 ymsar breytir á skúlanum

Spennandi controllerútbúgving verður 27.-31. mars 2017. Útbúgvingin er ment bæði til privata vinnulívið og tað almenna. Kom og fá prógv uppá tínar førleikar. Freist 20. mars 2017

- Tær vitja aftur í heimbygdini. Tær siga søgur um avgerandi løtur, uppvøkstur, fyrimyndir og ávirkan

Í sambandi við byggingina av nýggjum skúlabygningi úti á Fløtum, bjóðar Tórshavnar kommuna grannum og øðrum áhugaðum til almennan kunningarfund um komandi skúlabygningin, skipan av byggingini, ferðsluna í byggitíðini o.a.

Mánakvøldið 6. mars verður kunningartiltak í Føroyahúsinum í Keypmannahavn um møguleikar fyri at søkja um fíggjarligan stuðul til gransking og menning. Tað eru MFS og Granskingarráðið, sum skipa fyri

“Eftir bara 3 tímum, fekk eg meira burturúr, enn eg nakrantíð fekk við teimum turrisligu 207 síðunum sum fylgdi við myndatólinum. Takk fyri tað!" Aksel Højgaard, luttakari

Evnið er kvinnur í landbúnaðinum

Í dag verður hátíðarløta í Glyvrum við sangi og røðum, tá nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrost leggur at

Mánakvøldið 6. mars kl. 19.30 bjóðar tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna øllum at vera hjartaliga vælkomin, sum vilja vita meira um gymnasialu tilfeingisbreytina og síggja stásiligu hølini hjá skúlanum

Vágakórið vitjar í Vági um vikuskiftið. Saman við Kirkjukórinum Ljómi fara tey at hava várkonsert í Vágs kirkju leygardagin, 4. mars kl. 18

Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin 2017. Í ár verður dagurin í Løkshøll í Runavík leygardagin 25. mars, kl. 13

Hetta vikuskiftið heldur Felagið fyri kirkjuráðslimir sín árliga aðalfund. Aðalfundurin byrjar fríggjakvøldi kl. 19.30 við almenna fyrilestrinum "Luther - í orði og myndum"

Tórshavnar kommuna bjóðar vinnuni í Sjóvinnuhúsið fríggjadagin 3. mars. Talan er um nýggja tiltakið Vinnuforum, har vinna og kommuna hittast

Týsdagin 7. mars kl 19:00 verða Íverksetarahúsið og Vinnuframi í Vestmanna við ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar

Nógv verður tosað um fiskivinnunýskipan í hesum døgum, og tað kann vera fløkjasligt at skilja, hvat tosað verður um. Tí skipar Føroyanevndin hjá MFS fyri tiltakinum ”fiskivinna for dummies” mikudagin 1. mars kl. 19:30 í Smæruni

Fyri at kunna um hesar stóru veðurlagsbroytingar hjá okkum sum nú fara fram verður fyriskipað saman við Norðurlandahúsinum eitt ókeypis alment temakvøld - hóskvøldið 27. april 2017

Grækarismessuhald verður á Vaglinum sunnudagin 12. mars 2017 kl. 15.00. Í ár fer nýggi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, at bera fram røðu

Makeup & Hár/húðrøkt skeið týskvøldið 7/3-17 kl. 18.15 í The Body Shop í SMS, til kvinnur sum eru í viðgerð fyri krabbamein

Komandi mikudag tann 1. mars byrjar altjóða bindiklubbin í Runavík aftur. Bæði kvinnur av føroyskum og útlendskum uppruna eru vælkomnar við

Leygardagin er Hvistan, sum er rørslufelagið í Suðuroynni, aftur út við einum túri. Hesaferð er túrurin í Vági, har møtt verður við Tríkantin kl 11.00

Hóskvøldið 23. februar bjóðar Hoyvíkar kirkju til skrúvuguðstænastu kl. 17.30

24.-26. februar verður Bylgjan í Runavík karmur um stórt felagskirkjuligt tiltak

Komandi vikuskifti, leygarkvøldið og sunnukvøldið 25-26 februar, skipar Svenning av Lofti fyri evangeliskum fundum í hølunum hjá Dansifrøi í Havn. Leygarkvøldið kl.20:00 og sunnukvøldið kl.19:00

Kórið Fljóð Ljóð undir leiðslu av Ólavi Jøkladal syngur á Aftankvirruni í kvøld, har Súsanna Joensen á floytu og Ólavur Jacobsen við gittara taka lut, tað er mikukvøldið 22. februar kl. 20 í Eiðis Kirkju

Bert 1 pláss er eftir á skeiðinum “Góður leiðsluháttur á sjónum” 20. og 21. mars. Fyri navigatørar, maskinmeistarar, fabrikschefar, hovmeistarar vm.

“Eftir bara 3 tímum, fekk eg meira burturúr, enn eg nakrantíð fekk við teimum turrisligu 207 síðunum sum fylgdi við myndatólinum. Takk fyri tað!" Aksel Højgaard, luttakari

Orð og tónar byrjar aftur hóskvøldið 23. februar kl. 20 í Reinsarínum, og tá gera vit ferð úr Gásadali til Kairo saman við Mikkjali á Ryggi og Alaa Al Aswani. Einki kann vera ólikari enn teir báðir heimar, lýstir verða á Orð og tónum hesa ferð

Verkstova við virðislønta undirvísarinum og høvundanum Anette Prehn um Heilasmartan Pedagogikk, verður 24. mars. Tekning nú á synergi.fo

- Fyri at verja. Fyri at stýra. Fyri at merkja. Fyri at tukta. Fyri at halda úti. Fyri at halda inni. Fyri at ognartaka. Fyri ikki at gerast ov stór. Fyri ikki at gerast ov lítil. Fyri at gerast ein

Bert 4 pláss eru eftir at læra grundstingini í broderí til føroysk klæðir. Eitt gott høvi, um tú skalt brodera vest, turriklæði ella fyriklæði til komandi summar. Astrid Andreasen undirvísir

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum ‘Ársins Fyrstahjálpara 2016’

Kl. 10 letur kafé upp í Betesda har Kristian Martin Rasmusen fer at hugleiða

Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Náttúruvísindadeildini, hevur fyrilestur á Torradøgunum 16. februar kl 19:00, í miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík

Hóskvøldið 16. februar í Oasuni í Havn og fríggjadagin 17. februar í Løkshøll í Runavík verður áhugaverda evnið Børn, tøkni og skermar viðgjørt

Ongin føroyingur hevur meldað seg til enn, og tað halda fyrireikararnir vera serliga spell, og royna tí at gera vart við møguleikarnar

Hugsunardagurin hjá skótunum verður hildin á hvørjum ári til minnis um stovnarin Lord Baden Powell og konuna Olave sum høvdu føðingardag 22. februar

Mikukvøldið kl. 19.30 verður kjakfundur í samband við Torradagarnar. Har fara formenninir í politisku flokkunum at kjakast um fiskivinnunýskipan

Kubatrolararnir vóru bygdir í Eysturtýsklandi til fiskiskap á Kuba, men har fóru teir ongantíð í vinnu. Tá føroyingar keyptu teir, var tað fyri at brúka teir í frálandavinnuni

Sambinding er eitt stað, har tilflytarar og ”innføddir” føroyingar hugna sær saman, koma at kennast og læra av hvørjum øðrum

Í januar mánað í ár vóru 10 ár síðani Íverksetarahúsið varð sett á stovn og hetta fara vit at seta fokus á við tiltaki og kjakfundi um íverksetan og innovatión

Einaferð vóru bankafólk í bygninginum, síðani skúlanæmingar og nú savnast aldrandi fólk í Tórsgøtu í Tilhaldinum. Hósdagin 16. februar kl. 15 verða tríggir áhugaverdir fyrilestrar hildnir í Tilhaldinum við felagsheitinum “Frá banka til tilhald”

Hetta skeiðið um persónliga planlegging og effektivan arbeiðsdag fær absoluttan TOPP karakter. Tekningarfreist 17. februar kl. 12.00

Farið verður av Havnini mánakvøldið 24. apríl við trúboðaraskipinum Juvél II, og komið verður til Bømlo hósdagin 27. apríl

Í døgunum 13. - 17. apríl verður aftur páskastevna í Kelduni í Skálafirði

Í annaðkvøld, sunnukvøldið 12. február kl. 19, verður enn einaferð “syngið við” - kvøld í Siloa í Fuglafirði

Í morgin – sunnudagin hin 12. februar – verður familjuguðstænasta í Hvannasunds kirkju kl. 12.00 við Jóannes Purkhús