Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Leiðslurnar á eldaraøkinum mæla til, at eldrabústovnarnir í kommunum framhaldandi eru stongdir fyri vitjandi, fyribils fram til 08. mai, tá ið hesar avmarkingarnar verða endurskoðaðar.

 

Bert í heilt serligum førum kann verða neyðugt hjá avvarðandi at koma á heimini eftir nærri avtalu við leiðslurnar.

 

Eisini øll fyriskipað felags tiltøk fyri eldri borgarar, sum eldratænasturnar vanliga veita, verða framhaldandi óvirkin fram 08. mai.

 

Í øðrum londum hava vit sæð vanlukkuligar avleiðingar, tá ið koronasmittan er komin inn á røktarheim og sambýli. 

 

Føroyska samfelagið er helst millum einastu samfeløg í heiminum, har tað hevur eydnast at hildið koronasmittuni frá eldrarøktini; men hetta hevur bert eydnast, tí avvarðandi hava víst neyðugt fyrivarni, og tí at starvsfólk hava víst neyðugan professionellan hugburð.

 

Leiðslurnar á eldraøkinum fylgja gongdini neyvt og eru til reiðar at laga virksemi og mannagongdir til, um heilsufakligu tilmælini broytast.

 

Kommunufelagið

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo