Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá eldraøkið lá undir landinum, vóru hjálparfólk sett í fast starv, men tá økið bleiv lagt út á kommunurnar at umsita, blivu hjálparfólk ikki sett í fast starv longur, men hava arbeitt sum tímalønt í fleiri ár.

Summi verða tó sett í tíðaravmarkað starv, men tað er ikki serliga nøktandi.

Tá ein arbeiðsgevari kann brúka hesi starvsfólk í arbeiðinum til dagliga, so eiga tey at verða sett í fast starv, eftir 1 ár.

Eldraøkið hevur ikki nóg nógv av faklærdum á økinum og hava tískil brúk fyri øllum teimum hondum, tey kunnu fáa fatur á.

Felagið heldur ikki tað er rætt, at tey bara verða brúkt sum ífylla á arbeiðsplássinum, fyri at dekka vaktirnar.

Tey skulu hava somu virðilig kor, sum tey í føstum starvi.

Fóru øll hesi tímaløntu starvsfólk til hús, hevði økið kollapsað.

Vit skulu sjálvandi hava fakligheit og útbúgving á økinum, tað er alneyðugt, fyri at tryggja eitt ávíst fakligt støði í røktini, men veruleikin vit liva í, er at tað er stórt trot á útbúnum fólki.

Nógv av hesum tímaløntu, hava ikki umstøður ella hug at fara í skúla og hvat ger mann so?

Tú kanst ikki tvinga fólk at fara í skúla.

Setið tey í føst størv og førleikamenni tey, so tey eru búgvin til allar tær ymsu uppgávurnar í arbeiðinum.

Tí vit kunnu sum samfelag, ikki klára okkum uttan hesi fólk, sum í nógvum førum hava arbeitt í nógv ár á økinum og hava upparbeitt sær eina stóra vitan.

Vit kunnu ikki góðtaka hetta trælahaldið longur, men vit eiga sum samfelag, at tryggja hesum bólki, virðiligari kor.

Tórshavn 23.03.2021
Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo