Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Søkt verður eftir tilkallingarvikari til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna.

Talan er ikki um fast arbeiði við føstum tímatali, men um avloysara, um sjúka ella skeið eru.

Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í at arbeiða við børnum í barnagarði, skúla ella frítíðarstovu.

Tað eru ymsir mátar at fáa vikartímar:

- Tímar seinnapart í Frítíðarstovuni, sum er eitt frítíðartilboð fyri børn í 1., 2., og 3. flokki.

- Tímar ímillum kl 7-17 í Gjáarlon, í eini av vøggustovunum ella í barnagarðinum (0-6 ár).

- Tímar ímillum kl. 7-17 í Látipípuni (útibarnagarðurin) aldur 5-7 ár.

Vit eru sera lagalig, um tú bert fært arbeitt ávísar dagar ella ávísar tíðir á degnum.

Hetta kann tískil væl samskipast við lestur ella annað arbeiði.

Hvørji eru vit?
Vit halda til í trimum húsum:

- Gjáarlon, ið hevur tvær vøggustovur á 15 børn og tríggir barnagarðar á 20 børn.

- Látipípan er útibarnagarðurin hjá okkum, sum liggur nær við Gjáarlon; her húsast tey elstu barnagarðsbørnini. Frá 1/1 2022 ganga 24 børn í Látipípuni.

- Frítíðarstovan liggur við skúlan og hevur eitt deiligt pláss uttan fyri við viðarlund og fótbóltsvølli. Her ganga 38 børn.

Starvstøka skjótast gjørligt:
Hevur tú hug at søkja starvið, skalt tú senda ein teldupost til leiðaran, Morten Hust Petersen, morten@vestmanna.fo.

Í teldupostinum skalt tú fortelja eitt sindur um teg sjálva/n, arbeiðsroyndir, nær tú kanst byrja, og hvørjar dagar tú kanst arbeiða sum vikarur.

Løn og setanarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo