Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna er við í altjóða átakinum Tími jarðarinnar ella Earth Hour. Í ein tíma sløkkja menniskju kring allan knøttin ljósið fyri at sýna umhvørvinum ans.

Ljósini í miðbýnum eru sløkt millum kl. 20:30-21:30.

Tiltakið verður á Vaglinum leygarkvøldið 25. mars, og lagt verður til brots kl.19.00. Í ár verður dentur lagdur á orkunýtslu.

Høvi verður at framleiða streym sjálv/ur, og tú fært góð ráð um, hvussu tú kanst skerja streymnýtsluna heima við hús.

Les meira um tiltakið á Facebook HER.

Ferðslan millum kl.20:30-21:30 leygarkvøldið: Vaglið verður byrgt av SOLEIÐIS.

Túrur í Húsahaga
Visit Tórshavn skipar fyri einum túri niðan at vitja vindmyllulundina hjá SEV fríggjakvøldið 24. mars kl 19. Framløga, tónleikur og brellbiti verður á skránni.

Tilmelding: torsinfo@torshavn.fo ella tel: 30 24 25

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo