Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikudagin 27. september kl. 13-16 stílar fyritøkan Userfirst fyri einari ráðstevnu í Østrøm um hvussu tú kanst menna tína heimasíðu, soleiðis at tú fært nøgdar og afturvendandi kundar.

Á ráðstevnuni fært tú millum annað meira at vita um hvussu tú fært fleiri at vitja tína heimasíðu, hvussu heimasíðan betri kann umboða tína fyritøku og hvussu tú finnur tín málbólk.

• Sigurður Orri Guðmundsson úr Siteimprove Island vitjar ráðstevnuna og heldur ein fyrilestur um hvussu tín heimasíða kann mennast til tín málbólk. Hann tekur støði í hvussu Siteimprove Island hevur betra heimasíður hjá m.a. Vodafone, Icelandair og Reykjavíkar kommunu.

• Bárður Eklund frá Visit Faroe Islands fortelur um hvørja strategi Visit Faroe Islands hava brúkt í samband við teirra heimasíðu og hvussu tey hava megna at fáa boðskapin um Føroyar sum ferðamál út í heim.

• Stjóri í Userfirst, Niels Skovmand, fer at tosa um hvussu tú fært fleiri vitjandi á tína heimasíðu og gevur góð ráð í mun til at blíva sjónligari í Google.

Aftaná fyrilestrarnir verður boðið til lættari ábit og okkurt leskandi, har møguleiki verður fyri at tosa við fyrilestrarhaldararnar. Gutti Winther stendur fyri ábiti.

Vinnuframi stuðlar ráðstevnuni.

Um Userfirst
Userfirst mennir og betrar heimasíður, nethandlar, og sjálvgreiðsluskipanir. Endamálið, er at gera tað lættari at vera brúkari av talgildum loysnum. Føroyar og heimurin kring okkum gerst alsamt meira talgildur og fólk eru von við at finna innihald online – men vit eru nógvir ymiskir brúkarir av heimasíðum og sjálvgreiðsluloysnum – summi eru køn í KT, meðan onnur eru ósikkur. Tað er umráðandi at hava fokus á nýtsluvinsemi, soleiðis at ung sum gomul, serkønur sum byrjari kunnu finna runt á heimasíðum og nýta sjálvgreiðsluloysnir, og ikki síggja tað sum neyðug skylda, men sum ein fyrimun og eina hjálp í gerandisdegnum.

Við skjótu gongdini av talgildum loysnum er tað umráðandi at kenna tørvin hjá brúkarunum. Tey seinnu árini er komin ein røð av ymiskum góðum amboðum til royndarkoyring og menning av talgildum loysnum. Hetta ger tað møguligt at arbeiða málrætta við at betra loysnir. Les meira um Userfirst á www.userfirst.dk.

Ráðstevnan er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo