Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í oktober varð eitt annarleiðis spennandi starv lýst leyst at søkja í Vágs Skúla, tá søkt varð eftir leiðara til nýstovnað FabLab í Vágs Skúla.

Nú er greitt at Tina Grønbeck Tausen verður leiðari av FabLab í Vágs Skúla, sum er fyrsta FabLab í føroyska fólkaskúlanum.

Hetta boðar Vágs kommuna frá í einum tíðindaskrivi.

Tina er útbúgving dual-officer, tvs. skipsførari og maskinmeistari, og er undir hægri MBA-lestri á Syddansk Universitet. Tina hevur seinastu árini m.a. arbeitt á Strandfaraskipum Landsins, men er nú byrjað í starvinum sum leiðari av FabLab í Vágs Skúla.

Fab Lab er ensk stytting, ið stendur fyri Fabrication Laboratory. Við øðrum orðum er talan um eitt verkstað fyri skapandi fólk, har talgild og analog amboð eru til taks.

Fab Lab eru um allan heim, og eru tey vanliga útgjørd við áleið somu útgerð. Á Fab Lab í Vágs Skúla eru: 3-d prentarar, 3-d skannarar, 3-d pennar, Laserskerari, CNC-fressari, Vinylprintari/skerari, Hitapressa, Microbittar, Electronik sett.

Í løtuni er bara eitt Fab Lab í Føroyum og tað er á Miðnámsskúlanum í Kambsdali. Fab Lab í Vágs Skúla verður sostatt tað næsta í landinum. Umframt at verða eitt tilboð til næmingar í Vágs Skúla, so er ein av kjarnunum í FabLab eisini, at tey skulu verða opin fyri almenninginum, og soleiðis verður eisini við FabLab í Vágs Skúla.

Lata upp fyri almenninginum eftir ársskiftið
- Eg fari at brúka tær fyrstu vikurnar til at seta meg inn í allar skipanir og at saman við skúlaleiðsluni í Vágs Skúla leggja tilrættis hvussu FabLab skal verða opið fyri almenninginum, sigur Tina Grønbech Tausen, leiðari, sum leggur afturat, at FabLab í Vágs Skúla fer at lata upp fyri almenninginum eftir ársskiftið.

Fab Lab í Vágs Skúla við Íslendskum uppruna
Søgan aftan fyri Fab Lab útgerðina í Vágs Skúli er bæði góð og sermerkt, tí talan er um gávur, sum Vágs Skúli hevur fingið frá íslendskum pari,  Margrét G. Scheving og Ásbjørn Óttarsson.

Margrét er ættað úr Vági, abbi hennara, Sivar Hjelm, var vágbingur.

Sivar Hjelm var føddur í Vági í 1915, men flutti sum 12 ára gamal við mammuni og systkjum sínum til Íslands. Pápin, Jógvan Hjelm, gekk burtur á Vágseiði saman við bróðuri sínum, Jaspuri Hjelm, og tveimum synum. Sivar Hjelm flutti aftur til Vágs eitt skifti.

Margrét G Scheving minnist, hvussu abbi hennara plagdi at siga frá um Vág og Føroyar. Á vitjanum í Vági kendi hon, at hon var vágbingur.

Tað er fyri at heiðra minnið um abba mín, at vit geva gávuna, segði Margrét, tá 3D-prentari og 3 D-skannari varð handað Vágs Skúla á sumri í 2017.

Seinni hava Margrét og Ásbjørn handað Vágs Skúla meiri útgerð, soleiðis at Vágs Skúli nú hevur alla útgerð til eitt Fab Lab.

Hjúnini, sum vitja javnan í Vági, siga, at tey vildu fegin geva bygdafólkinum gávu, ið kundi verða øllum at gagni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo