Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað hevur leingi verið kent í politisku skipanini, at løgmaður er nógv ávirkaður av tí, sum danski stjórnaleiðarin, ger og sigur, og er sinnaður at fylgja dønum á uttanríkispolitiska økinum. 

Álítandi keldur vilja vera við, at løgmaður, fyri at fylgja dønum, umhugsar at slíta alt samstarv við Russland. 

Ymiskar fyrireikingar hava verið gjørdar, hóast Løgtingið, tá lógin um tiltøk móti Russlandi var samtykt, legði dent á, at tiltøkini ikki skuldu ávirka fiskivinnusamstarvið og útflutningin av fiskavørum til Russlands. 

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur somuleiðis verið talsmaður fyri at slíta alt samstarv við Russland, men tað ljóðar nú, at hann er linkaður í kongunum. 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ikki gjørt vart við seg alment, men roknað verður við, at hann og Fólkaflokkurin vilja varðveita samstarvið við Russland. 

Løgmansrøðan verður viðgjørd í Tinginum í morgin.

Tá fáa vit møguliga ábendingar um, hvar løgmaður og Sambandsflokkurin eru, tá tað snýr seg um samstarvið við Russland.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo