Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Valið av umboðsmanni hevur víst, at nýggi tingformaðurin yvirhøvur ikki hevur skilt sína uppgávu.

Í einum so týðandi máli sum val av løgtingsins umboðsmanni setti samgongan saman við nýggja løgtingsformanninum tingini so skarpt upp, at andstøðan bert fekk eitt val: Afturval av verandi umboðsmanni.

Andstøðan var við orðunum hjá løgtingsformanninum drigin fram at áarbakkanum við hesum kravboðum: Drekk!

Slíkur atburður er fullkomuliga ábyrgdarleysur. Hesin atburður er eisini ein háðan móti okkara parlamentarisku skipan. Hesin atburður er eisini ein háðan móti Umboðsmansstovninum.

Tað er eisini heilt ófatiligt, at umsitingin hjá Løgtinginum ikki hevði dirvið at siga við løgtingsformannin, at hansara atburður var í stríð við tingskipanina og í stríð við allan vanligan parlamentariskan atburð.

Nú vita  øll so, at tað eru serlig bond millum løgtingsins umboðsmann og samgonguna (og tey sum hálova samgonguni), tí tað var bert samgongan sum vildi hava umboðsmannin afturvaldan.

Øll andstøðan vildi nakað annað.

Løgtingsformaðurin grundar sína niðurstøðu á, at talan var um eina persónliga støðu hjá nøkrum løgtingslimum, sum hann ikki kundi taka undir við uttan mun til, hvussu leingi hetta mál var útsett.

Hvat løgtingsformaðurin veruliga hugsar fyri sær er kanska ikki so ilt at gita, men eitt er vist, og tað er, at løgtingsformaðurin visti, at støðan í hesum máli var, at øll andstøðan vildi hava ein annan umboðsmann.

Í øllum siviliseraðum londum verða løgtingsins umboðsmenn valdir av einum samdum tingi. Tað vildi yvirhøvur ikki komið fyri nakra aðrastaðir í heiminum, at ein løgtingsins umboðsmaður var trumfaður ígjøgnum av sitandi stjórn og við einum smølum meiriluta.

Heldur eingin annar løgtingsins umboðsmaður í heiminum hevði latið sær lynda at verið afturvaldur við einum smølum meiriluta. At føroyski umboðsmaðurin eftir øllum at døma tekur við starvinum undir slíkum umstøðum sigur kanska ikki so lítið um tað (manglandi) tign, sum umboðsmaðurin í veruleikanum vísur.

Tað ber ikki til hjá løgtingsins formanni at tvinga løgtingslimir at hava álit á einum umboðsmanni, sum teir hava mist álitið á. Álit er nakað sum bert kann rúka einaferð, so er tað liðugt.

At løgtingsformaðurin so dregur grannskoðaramálið fram sum ein skendsil móti sínum mótstøðumonnum ger støðuna uppaftur meira álvarsama.

Frágreiðingin hjá løgtingsins umboðsmanni hevði annars við sær, at føroyskir fjølmiðlar søgdu hetta verða størstu politisku gøluna í føroyskari søgu nakrantíð. Løgtingið á gosi, og Høgni Hoydal legði fram uppskot um at reisa eitt nevningating móti landsstýrismonnunum.

Grannskoðaramálið gjørdist ein sannur skendsil. Tvær tænastumannakanningar sum fríkendu aðalstjórarnar í Vinnumálaráðnum og Innlendsimálaráðnum fyri ikki at hava gjørt eitt einasta mistak. Ein advokatkanning fullkomuliga fríkendi landsstyrismennirnar fyri somu aðalráð. Har var einki at koma ella fara eftir. Allar niðurstøðurnar hjá løgtingsins umboðsmanni móti hesum aðalráðum og viðkomandi landsstyrismonnum vóru púra skeivar.

Frágreiðingin hjá løgtingsins umboðsmanni var so dyggiliga skúgvað til viks. Fyrsti grannskoðarin við norsku autorisatiónini, sum annars var kolldømdur av løgtingsins umboðsmanni, er framvegis grannskoðari. Tveir aðrir grannskoðarar eru framvegis í rættarskipanini. 

Løgtingsformaðurin átti at vita, at val av løgtingsins umboðsmanni er eitt val, sum skal fremjast av einum samdum løgtingi. Tá slík val skulu fremjast í verki stendur okkara parlamentariska skipan til próvtøku.

Verandi løgtingsins umboðsmaður hevði einki krav upp á afturval. Talan var um eitt val, og tí hava allir tinglimir ein sjálvsagdan rætt til at biðja um, at onnur evnir eisini verða umrødd, áðrenn endalig avgerð verður tikin.

Løgtingsformaðurin hevur við sínum atburði dumpað alla okkara parlamentarisku skipan. Vit hava mist løgtingsins umboðsmann og hava fingið ein landsstýrisins umboðsmann ístaðin. Avleiðingin av hesum átti at verið, at løgtingsformaðurin var settur frá beinanvegin.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo